- Eg vildi ynskt at lógin um nýtt barnaheim bleiv samtykt. Men eg kann liva við, at tað verður lagt fram aftur, tá skipanaruppskotið er liðugt.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú tað er greitt at lógin um nýtt barnaheim ikki verður samtykt áðrenn løgtingið fer í summarfrí.
Uppskotið er ikki nýtt. Í september mánaða í 2017 varð uppskotið sent til hoyringar á fyrsta sinni, men tá kravdi fíggjarnevndin, at landsstýriskvinnan vendi sær til sjálvsognarstovnin, sum eigur barnaheimið, fyri at tingast um sjálvsognarstovnurin ikki lutvíst átti at gjalda fyri nýggja barnaheimið.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at nú verður arbeitt við at gera eitt skipanaruppskot, sum tingfólkini ynskja at fáa, áðrenn uppskotið verður samtykt.
- Skipanaruppskotið verður ikki liðugt fyrr enn í juni ella juli, men eg valdi at bera uppskotið niðan allíkavæl, sigur landsstýriskvinnan, sum hevði ynskt at uppskotið var ímillum tey uppskotini, sum vórðu avgreidd áðrenn summarfrítíðina, men sigur, at hon kundi liva við, at tað ikki verður avgreitt.
Fyri kortum varð frágreiðing við lemjandi atfinningum frá Løgtingsins Umboðsmanni um barnaheimið kunngjørd. Ein stórur partur av atfinningunum snúði seg um, at hølisviðurskiftini hjá Føroya Barnaheimi ikki eru nøktandi, og at tað gongur út yvir, hvussu børnini hava tað. Tí kann sigast, at nýtt barnaheim er rættiliga átrokandi. Men landsstýriskvinnan lovar, at uppskotið ikki verður seinkað.
- Hettar steðgar ikki arbeiðinum, uttan so at ein samgonga verður eftir valið, sum ikki ynskir eitt barnaheim, greiðir Eyðgunn Samuelsen at enda frá.
Nýggja fer at liggja ovast á flatarvegnum nærhendis Millum Gilja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald