Í gjár var grønlendski tjóðardagurin, og í hesum sambandi deildi serliga amerikanska sendifólkið til Grønlands, Jeff Landry eina heilsan á sosiala miðlinum X.
Hann ynskti grønlendingum til lukku við tjóðardegnum og vísti eisini á, at USA skjótt kann hátíðarhalda 250 ára dag sum sjálvstøðugt land.
– Kanska kann USA á 251 ára degnum hátíðarhalda stovnanina av 51. statinum, skrivar hann sambært Ritzau.
Tað er 4. juli, at USA, sum í løtuni hevur 50 statir, kann hátíðarhalda 250 ára dagin. Ameirkanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir boðað frá, at hann ynskir at yvirtaka Grønland, m.a. av trygdarávum.
Í hesum sambandi varð Landry, sum er guvernørur í statinum Louisiana, eisini útnevndur til serligt sendifólk til Grønlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald