Innanlands

- Kanska vit ongantíð finna eitt koppingarevni

Boris Johnson sigur, at arbeitt verður hart við tí, millum annað í Bretlandi, men at bretar noyðast at fyrireika seg at stríðast móti virusinum leingi afturat

- Okkara ætlan hongur saman við støðuni og veruleikanum, sum er, at vit skulu verða saman í stríðnum móti hesum leingi. Fleiri bretar sleppa annars aftur til arbeiðis aftur nú (Mynd: EPA)

- Okkara ætlan hongur saman við støðuni og veruleikanum, sum er, at vit skulu verða saman í stríðnum móti hesum leingi. Fleiri bretar sleppa annars aftur til arbeiðis aftur nú (Mynd: EPA)

2020-05-13 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Sjálvandi vóni eg tað veruliga, so at vit fáa eitt koppingarevni, so at vit fáa bast hesum virusinum, men tað er á ongan hátt nøkur vissa fyri tí. 

Hesi orðini hevur Boris Johnson borið fram fyri bretsku tjóðini. Bretski forsætisráðharrin staðfesti harvið, at tað er ikki vist, at nakað koppingarevni verður funnið, hóast tað verður arbeit hart fyri tí; í Bretlandi og í øðrum londum.

Les eisini: Smittutrýstið fer at vaksa aftur

Bretska stjórnin hevur tikið nakrar avmarkingar burtur, í mun til hvussu fólk kunnu flyta seg millum hvønn annan - fleiri sleppa nú eisini aftur til arbeiðis. Hetta eru fyrsti stigini í upplatingarætlanini hjá Boris Johnson og hinum, skrivar tv2.dk.

Forsætisráðharrin hevur sagt, at Bretland leggur nógv fyri, fyri at finna eitt koppingarevni, men at fólk noyðast at vera tolin og at virusi skal vera undir tamarhaldi 

- Í besta fall tekur tað rúma til, til eitt koppingarevni verður heilt til reiðar. Í ringasta føri finna vit als ikki eitt koppingarevni. So okkara ætlan hongur saman við støðuni og veruleikanum, sum er, at vit skulu verða saman í stríðnum móti hesum leingi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder