Samferðslumálaráðið og stjórin í Landsverk, Ewald Kjølbro, gjørdust í dag samd um at enda samstarvið teirra millum. Við hesum fer Ewald Kjølbro frá sum stjóri í dag.
Orsøkin er málið við Glasir, sum Landsverk hevur havt ábyrgdina av, og sum hevur ført til mikla politiskan ófrið.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, sigur, at málið um Glasir er bara fari meiri og meiri av sporinum. Fyrst fór TG Verk úr verkætlanini, síðani komu nýggir sáttmálar, nýggir útbjóðingarhættir, umframt ruðuleiki við eftirliti- bæði fíggjarligum og øðrum.
Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverk hevur gjørt tað teir kunna, men nú er trýstið blivið so stórt, at ketan er hoppað av, og trýstið hevur førkað seg yvir á bæði Samferðslumálaráðið og Løgtingið.
- Nú ynskja vit, at Glasir skal fáa eina virðiliga søgu hvønn dag. Skúlin skal kunna útbyggjast, peningur skal til og vit skulu fáa skúlan lidnan, so at hann stendur flottur, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald