Í svari uppá Grein 52 fyrispurning frá Beintu Løwe um hví Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnumálum, ikki var við á nógv umtalaða fundinum við kinesisku sendistovuna 11. november svarar Bárður á Steig Nielsen, at kinesiska sendistovan bað um fund við ávísar føroyskar politikkarar. Hetta segði Kringvarpið í døgurðatíðindunum.
Løgmaður sigur í svarinum, at ynski frá kinesisku sendistovuni var, at hann sjálvur, landstýrismaðurin í fíggjarmálum og landstýrismaðurin í uttanríkismálum vóru við á fundinum. Løgtingskvinnan úr Tjóðveldi spurdi hví júst Bárður á Steig Nielsen og Jørgen Niclasen vóru við og ikki Helgi Abrahamsen, ið tekur sær av fjarskiftislóggávu.
Tað var Helgi Abrahamsen, ið hevði mikrofonina hjá Kringvarpinum á sær, tá hann fekk upplýsingar frá aðalstjóra sínum um innihaldið á fundinum. Hetta førdi fútabann o.a við sær.
Jenis av Rana var ikki á fundinum 11. november, tí hann var burturstaddur. Hann hevði tó fund við kinesiska sendiharran í Keypmannahavn frammanundan.
Beinta Løwe spurdi eisini, um landstýri og løgmansskrivstovan høvdu fingið tilráðing frá danska uttanríksmálaráðnum í málinum, og um so var, hvørja. Hetta hevur Bárður á Steig Nielsen ikki svarað uppá, tí tað er trúnaðarmál, sigur hann.
Innanlands
- Kinesiska sendinevndin bað um fund við ávísar persónar
Bárður á Steig Nielsen sigur í svari uppá fyripurning frá Beintu Løwe, at kinesarar vildu hava fund við hann, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana í november
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vildi ikki svara uppá seinna partin av fyrispurninginum
2019-12-27 15:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald