Innanlands

- Klippið nú trøini til ólavsøku

Tórshavnar kommuna heitir á borgarar um at klippa trø og runnar - annars verður arbeiðið gjørt fyri grundeigarans rokning

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2018-07-04 09:58 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tórshavnar kommuna heitir nú á fólk á heimasíðuni um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað, og um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans.

Kommunan sigur, at klipt skal verða ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar. Hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder