– Tíverri noyðast vit at steingja Kaffihúsið í dag, tí at Tórshavnar kommuna, Heðin Mortensen borgarstjóri saman við Bogi Andreasen samskipara, er farin í hernað móti privatu smávinnuni.
Soleiðis skrivar Kaffihúsið í fráboðan á Facebook seinnapartin.
– Økið uttanfyri Kaffihúsið er trokað burtur av einum stórum tjaldi, haðani ókeypis øl og matur verða útveitt, fyrst í sambandi við tiltakið “Bryggjulaksur”, síðan í smb. við kvinnurenningina. Av somu ávum hava vit onga sølu.
Í Kaffihúsinum gera tey greitt, at tey hava einki ímóti tiltøkunum men staðsetingina.
– Tórshavnar kommuna hevur ongan rætt til at taka kampin upp móti privatu vinnuni, tí at tá makta vit einki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald