Keypmannahavnar kommuna hevur vent sær til Tórshavnar kommunu við fyrispurningi um at gera eitt vinabýarsamstarv millum Tórshavn, Keypmannahavn og Nuuk.
Tórshavnar kommuna hevur tó valt ikki at taka av, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Kommunan hevur valt ikki at gera eina almenna samstarvsavtalu men er altíð opin fyri samstarvi, har tað hevur meining, sigur kommunan í svarinum til donsku hvøuðsstaðarkommununa.
Sambært danska miðlinum Politiken er hetta aðru ferð í tvey ár, at Tórshavanr kommuna hevur sagt nei til vinarbýarsamstarv millum høvuðsstaðirnar í ríkisfelagsskapinum.
Tórshavnar kommuna skrivar m.a. soleiðis:
Tórshavnar kommuna hevur sum er fleiri munagóð samstørv við teir norðurlendsku høvuðsstaðirnir, eisini Keypmannahavn og Nuuk, og er millum annað limur í Arctic Mayors’ Forum. Og eisini føroyskir skúlar eru partur av norðurlendskum og baltiskum samstarvi. Og tað eru júst tey breiðu norðurlendsku samstørvini, sum Tórshavnar kommuna leggur seg eftir at vera partur av, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tórshavnar kommuna hevur eisini verið við í høvuðsstaðarsamstarvinum “The biannual conference of the Nordic capitals” – eitt samstarv millum allar høvuðsstaðarkommunurnar í Norðurlondum – men fyri nøkrum árum síðan broyttust fortreytirnar í tí samstarvinum, har Tórshavnar kommuna meir ella minni varð koyrd burturúr, tí Føroyar ikki vóru eitt sjálvstøðugt land.
Tórshavnar kommuna fekk tá í boði at halda fram í samstarvinum við eygleiðarastøðu, men ikki talirætti, og tað var Tórshavnar kommuna ikki áhugað í.
Kommunan hevði tá eisini fund við Keypmannahavnar kommunu, sum ikki var sinnað at hjálpa Tórshavnar kommunu at aftur gerast ein javnsettur partur av hesum norðurlendska høvuðsstaðarsamstarvinum á hægsta politiska stigi.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt greitt, at hon vil vera partur av hesum breiða norðurlendska samstarvinum, men tað hevur Keypmannahavnar kommuna ikki havt áhuga í.
Í staðin bjóðar Keypmannahavnar kommuna nú eitt samstarv millum høvuðsstaðarkommunurnar í ríkisfelagsskapinum, men tað metir Tórshavnar kommuna ikki vera nøktandi.
Samanumtikið sær Tórshavnar kommuna eitt størri virði í upp aftur breiðari norðurlendskum samstarvi og vil brúka orku uppá hetta til tess at styrkja og menna samanhald og vitanardeiling millum øll Norðurlond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald