Uttanlands

– Korona fer ikki at vinna á okkum

Í gjár var fyrstu ferð, at bretska Elizabeth drotning talaði beinleiðis til fólkið á páskum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-12 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska drotningin, Elizabeth II, plagar bert at tala beinleiðis til fólkið eina ferð um árið – á jólum. Í gjár talaði hon tó aftur beinleiðis til fólkið, fyri aðru ferð í eina viku.

Seinasta sunnudag talaði drotningin beinleiðis til fólkið um koronakreppuna, og í gjár sendi hon eina heilsan til fólkið, sum, orsakað av koronafarsóttini, í ár mugu halda páskir undir broyttum umstøðum.

– Í ár verða páskirnar hjá teimum flestu øðrvísið, men við at halda frástøðu, verja vit hvønnannan. Páskahøgtíðin er ikki avlýst. Vit hava meira brúk fyri páskunum nú enn nakrantíð, segði Elizabeth drotning í røðu sínari, sum kann hoyrast omanfyri.

– Vit vita, at koronavirusið ikki fer at vinna á okkum. So myrkur sum deyðin kann vera – serliga hjá teimum, sum stríðast við sorg – er ljósið og lívið sterkari, segði hon.

Sí eisini: – Vit koma ígjøgnum hetta um vit standa saman og eru støðuføst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder