– Saman stríðast vit móti sjúkuni. Og eg vil fullvissa tykkum um, at um vit standa saman og eru støðuføst, fara vit at koma ígjøgnum tað.
Soleiðis segði 93 ára gamla Elizabeth drotning m.a. í røðu sínari, sum var víst í gjárkvøldið.
Bretska Elizabeth II byrjaði við at takka starvsfólk hjá heilsuverkinum fyri "ósjálvsøkin at halda fram við teirra dagliga arbeiði uttan fyri heimið fyri at stuðla okkum øllum".
– Eg eri vís í, at tjóðin saman við mær fer at fullvissa tykkum um, at tað tit gera er virðismett, og at hvør tími við hørðum arbeiði flytir okkum nærri at vanliga gerandisdegnum aftur, segði hon.
Røðan varð tikin upp framanundan, og sambært Ritzau var bert eitt myndafólk inni í upptøkurúminum, og viðkomandi var í masku og verjubúna. Røðan varð hildin á Windsor Castle, har drotningin og maður hennara, 98 ára gamli Philip prinsur búgva í løtuni fyri at minka um vandan fyri koronasmittu.
Røðan, sum drotningin helt saman við systir sínari í 1940 undir 2. heimsbardaga varð eisini nevnd í gjár.
– Sum børn talaðu vit her á Windsor til tey børn, sum vórðu flutt burtur úr heimi sínum og send burtur fyri sína egnu trygd. Í dag føla nógv aftur ta kensluna, sum mann fær, tá mann ikki er saman við sínum kæru. Men nú, eins og tá, vita vit, at tað er tað rætta at gera, segði hon og sipaði til tey mongu fólkini, sum mugu halda seg heima og ikki kunnu vitja síni kæru.
2. heimsbardagi varð nevndur fleiri ferðir í røðuni, sum hon endaði við orðunum "Vit fara at hittast aftur", sum vísir til lagið "We'll meet again" hjá Vera Lynn, sum var við til at halda mótinum hjá bretum uppi undir krígnum.
Tað er sera sjáldsamt, at bretska drotningin talar beinleiðis til fólkið, tá talan ikki er um árliga jólarøðu hennara. Hetta var bert 5. ferð í tey 68 árini, hon hevur sitið á trónuni. Seinast hetta hendi var í 2012, tá hon kundi hátíðarhalda 60 ár sum drotning.
Røðan hjá drotningini vendi sær bæði til bretsku tjóðina og bretska samveldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald