Tað verður lættari at vinna amerikanska forsetavlið, nú Kamala Harris er forsetavalevni hjá Demokratunum og ikki Joe Biden.
Tað segði republikanska forsetavalevni og fyrrverandi forsetin, Donald Trump á einum veljarafundi í statinum Pennsylvania í gjárkvøldið sambært Ritzau.
– Eg haldi, at hon (Kamala Harris, red.) verður lættari at vinna á, enn hann (Joe Biden, red.), segði Trump, sum segði, at Harris er "viðgongd" og ein "ørvitisknokkur".
Fleiri veljarakanningar hava annars víst seinastu tíðina, at Harris er við at taka leiðsluna, skriva amerikanskir miðlar. Eitt nú í nýggjari kanning, sum ABC News hevur kunngjørt, siga 50 prosent, at tey stuðla Harris, meðan 45 prosent siga seg stuðla Trump.
Amerikanska forsetavalið er 5. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald