Innanlands

- Landsstýriskvinnan ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum

Kommunufelagið heldur at Fíggjarmálaráðið grætur krokodillutár um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar

2019-01-10 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kommunufelagið heldur lítið um at landsstýriskvinnan var í útvarpinum og segði, at hon harmaðist um fíggjarliga ójavnan millum millum kommunurnar, og at tænasturnar, sum kommunurnar veita á t.d. eldraøkinum, av somu orsøk ikki eru javnt góðar.

Kommunufelagið fegnast tó um, at landssstýriskvinnan ætlar at taka stig kommununum at frama, tí higartil hevur landsstýriskvinnan ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.

- Í oktober 2017 vórðu til dømis broytingar gjørdar í fyritíðarpensjónunum, sum kostaðu kommununum omanfyri 25 mió. kr. í mistum skattainntøkum í 2018.

- Væntast kann, at kommunurnar missa í minsta lagi hesa upphædd í 2019. Sostatt hevur kommunali geirin mist omanfyri 50 mió. kr. hesi tvey árini, samstundis sum landskassin í nevnda tíðarskeiði sparir uml. 20 mió. kr. í útreiðslum, orsakað av nevndu broytingum.

Kommunufelagið skrivar á heimasíðuni, at løgmaður hevur givið lyfti um, at kommunurnar skuldu haldast skaðaleysar, og at kommunurnar samanlagt ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi vegna lógaruppskot hjá sitandi samgongu.

- Trupulleikin er, at løgmaður hevur givið Fíggjarmálaráðnum uppgávuna at tryggja, at kommunurnar verða hildnar skaðaleysar, men Fíggjarmálaráðið ger einki fyri at loysa uppgávuna. 

Les alt skrivið hjá Kommunufelagnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder