Uttanlands

- Landsstýrismálanevndin burdi slept málinum

Og møguliga syrgt fyri at kanningarstjóri verður settur. Hetta vísir Ingilín Strøm á í ummælisskrivinum, sum Kringvarpið hevur fingið fatur á. - Tey hava nakað at prógva og ikki eg, skrivar landsstýriskvinnan

Landsstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum hevur givið sítt svar og bíðar nú - málið er í landsstýrismálanevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum hevur givið sítt svar og bíðar nú - málið er í landsstýrismálanevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-18 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri sjey døgum síðani, á degnum har freistin var, sendu Ingilín Didriksen Strøm og Umhvørvismálaráðið sítt ummælisskriv.

Tað er 36 síður langt, og hevur Kringvarpið fingið innlit í tað. Tann fyrsta niðurstøðan vísir á, at uppritið, sum Ingilín Strøm svarar aftur uppá, ikki lyftir próvbyrðuna fyri, at landsstýriskvinnan tilvitað ella av grovum ósketni hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.

Hetta er serliga tað, sum Ingilín Strøm verður ákærd fyri av millum annað Jacobi Vestergaard. Løtingslimurin hjá Fólkaflokkinum og onnur vilja hava hana frá, men Ingilín Strøm vísir hinvegin á, at man burdi slept málinum.

Um landsstýrismálanevndin fremvegis hevur eitt slag av illgruna, so kundu tey heitt á løgtingsforkvinnuna um at seta ein kanningarstjóra verður víst á: - Tey hava nakað at prógva og ikki eg, skrivar landsstýriskvinnan.

Sí innslag um málið HER.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder