Innanlands

- Landsstýrismála-nevndin skal kanna um brot er framt

Annita á Fríðriksmørk hevur sent skriv til løgtingið um at heita nevndina at taka málið um Rigmor Dam upp

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-08 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrismálanevndin skal kanna um brot er fram á ábyrgd landstýrismanna, og um eftirlitið hevur verið nóg neyvt.

Tað heldur Annita á Fríðriksmørk, limur í landsstýrismálanevndini og tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Hon upplýsti fyri Kringvarpinum í dag, at hon hevur sent skriv til løgtingið í dag, har hon heitir á, at landsstýrismálanevndin tekur málið um meirnýtsluna á Glasi og Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, upp.

[object Object]Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Undir viðgerðini av misálitinum beint fyri jól var breið undirtøka í samgonguni um at kanning skuldi seta í verk. Eisini Rigmor Dam helt, at ein kanning skuldi gerast fyri at staðfesta ábyrgdina.

Misálitið fall við 15 fyri, 15 ímóti og trimum blankum atkvøðum. Kristin Michelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss atkvøttu blankt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder