Innanlands

- Ljóðar sum ein umsókn at sleppa í Tjóðveldi

Jákup Mikkelsen ynskti Sonju Jógvansdóttir vælkomnari í kjakið um fiskivinnuna

Sonja Jógvansdóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sonja Jógvansdóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-19 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin ynskti seinnapartin Sonju Jógvansdóttir vælkomnari upp í kjakið um fiskivinnuna.

Hann segði røðuna, sum Sonja Jógvansdóttir helt, ljóða sum eina umsókn at sleppa upp í Tjóðveldi.

Og sambært tingmanninum hjá Fólkaflokkinum var røðan so mikið góð, at hann væntar at Sonja Jógvansdóttir verður tikin upp í flokkin.

Sonja Jógvansdóttir var vald á ting fyri Javnaðarflokkinum í 2015, men tvær vikur eftir valið meldaði hon seg úr flokkinum, og hevur síðani verið uttanflokkatingkvinna.

Seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at hon skal vera á veg upp í Tjóðveldi, men enn er eingin fráboðan komin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder