Innanlands

- Lofteftirlitsradarin hevur skund

Tað er av týdningi at fáa sett gongd á arbeiðið við radaranum í Føroyum. Síðan má samskiftið millum Føroyar og Danmark gera av, um arbeiðið skal gerast av føroyskum ella donskum myndugleikum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-17 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað ræður um at fáa sett gongd á arbeiðið við at fáa eftirlitsradaran upp. Hvørt tað verða danir ella føroyingar, sum koma gera hetta arbeiðið, mugu komandi samráðingarnar gera av.

Hetta var ein av boðskapunum eftir fundin í morgun millum Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanlandsmálum, og Troels Lund Poulsen, virkandi danska verjumálaráðharran. Tað er ótrygga støðan í heiminum yvirhøvur, sum er orsøkin til, at málið hevur skund.

- "Verden er jo af lave", segði verjumálaráðharrin.

Tættari samskifti

Lagt er upp til tætt samskifti millum Føroya landsstýrið og danska verjumálaráðið hesa komandi tíðina.

Ikki bara fyri at leggja arbeiðið við radaranum til rættis, men eisini tí, at semja er um tættari samskifti.

Alt bendir á, at danskir myndugleikarnir í stóran mun viðurkenna føroyska ynskið um “onki um okkum – uttan um okkum” á uttanlands-, verju- og trygdarpolitikkinum, sum Høgni Hoydal tekur í aftur hvørja ferð hann fær høvi til tað.

Eisini á tíðindafundinum í Tinganesi í morgun, har hann greiddi frá, at føroyska ynskið viðvíkjandi radaranum er, at Føroyar yvirtaka sivilu umsitingina av føroyska loftrúminum, og harvið eisini taða ábyrgdina – og útreiðslurnar – av komandi lofteftirlitsradaranum.

- Vit skulu "lata holið aftur"

- Vit ynskja at yvirtaka loftrúmið, og ynska eisini sjálvi at átaka okkum uppgávuna av at “lata holið aftur” í Norðuratlandshavi, segði Høgni Hoydal. Við “holið” sipar hann til, at tað er eitt øki kring Føroyar, sum ikki er umfatað av radaramyndum. Tað er orsaka av hesum “holinum”, at tað nú er so átrokandi at fáa ein eftirlitsradara settan upp her á landi.

Troels Lund Poulsen segði á tíðindafundinum í morgun, at tað hevur týdning at fáa sett gongd í hetta arbeiðið.

- Slíkt arbeiði tekur drúgva tíð, tí tað skulu nógvar fyrireikingar gerast áðrenn farast kann í gongd við at seta ein radara upp. Tað er okkara ynski, at seta størri ferð á arbeiðið, og tað sum nú hendir er, at embætisverkið í bæði Danmark og Føroyum fer í gongd við tað fyrireikandi arbeiðið, segði Troels Lund Poulsen.

- Og so skal orðaskiftið millum Føroyar og Danmark í komandi tíðum gera av, hvussu sjálvt arbeiðið verður framt, segði danski verjumálaráðharrin.

Verjumálaráðharri í óasetta tíð

Troels Lund Poulsen er virkandi verjumálaráðharrin, tí ráðharrin, ið varð útnevndur eftir fólkatingsvalið í fjør, Jakob Ellemann Jensen, formaður í Venstre, er sjúkrameldaður. Enn er óvist nær ella um Jakob Ellemann Jensen aftur verður partur av donsku stjórnini.

Troels Lund Poulsen var upprunaliga búskaparmálaráðharri í nýggju samgongustjórnini hjá Mette Frederiksen, men í løtuni røkir hann verjumál fulla tíð, tí varð mett at hava týdning, at hetta starvið varð røkt av einum royndum politikara.

Umframt at tingast um radaramálið, so nýtti danski verjumálaráðharrin fundin til at kunna Høgna Hoydal um komandi verjusemjuna fyri komandi tíggju árini, sum ætlanin er at fáa undir land í Danmark áðrenn fólkatingið fer í summarfrí. Og sambært Troels Lund Poulsen verður eisini samskift við bæði føroyskar og grønlendskar myndugleikar í sambandi við, at hetta arbeiðið verður gjørt.

Á fundinum greiddi danski ráðharrin eisini frá verjupolitisku støðuni í heiminum í dag. Hann hevur nýliga vitjað í Ukraina, ið jú er høvuðsevni í so at siga øllum verjupolitiskum økjum í hesum tíðum.

Eftir fundin í Tinganesi skal danski verjumálaráðharrin hittast Løgtingsins uttanlandsnevnd, áðrenn farið verður aftur til Danmarkar seinnapartin.

(myndir: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder