Innanlands

- Lok er ikki lagt á málið

Hóast ikki hevur verið leitað eftir horvna útlendinginum á Fugloynni í eina tíð, er lok ikki lagt á málið

2019-02-21 14:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nakrar vikur eru farnar síðani seinast varð leitað eftir 29 ára gamla manninum úr Eysturríki, sum hvarv á Fugloynni tann 11. januar.

- Enn er einki sett í verk. Tað hevur viðrað illa við vindi og mjørka. Her er tíverri einki meiri at frætta í løtuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Vaktleiðarin ger tó vart við, at talan er ikki um at royndirnar at finna horvna mannin eru steðgaðar.

- Vit hava ikki lagt lok á málið. Men tá veðrið hevur verið sum tað er, so hevur ikki verið gjørligt at sagt við 100% vissu, at leitað hevur verið allastaðni.

Vaktleiðarin sigur, at arbeitt verður við málinum til teir við fullari vissu kunnu siga, at nú hevur verið leitað allastaðni, og at einki meir kann gerast í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder