Uttanlands

– Loysnin skal finnast á leiðslustøði

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, nú tað er greitt, at Donald Trump skal hitta Vladimir Putin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-08-07 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bæði amerikanski miðilin New York Times of russiska tíðindastovan Tass boða frá, at fundur verður millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum eftir ætlan eisini skal hitta Trump, tykist at fegnast um ætlaða fundin millum teir báðar.

– Vit í Ukraina hava fleiri ferðir sagt, at tað at finna veruligar loysnir kann gerast á leislustøði, skrivar ukrainski forsetin á sosialar miðlar í dag.

Enn er ikki greitt, nær fundurin millum Trump og Putin verður, men hetta verður fyrstu ferð í fýra ár, at teir báðir hittast andlits til andslits, skrivar New York Times.

Zelenskyj skrivar, at hann í dag hevur úr at gera við at tosa við evropeiskar leiðarar. Á skránni er m.a. ein telefonsamrøða við týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz.

– Í dag er ein dagur við nógvum telefonsamrøðum og samskifti við tí endamáli at gera verulig framstig á leiðini móti friði, skrivar hann sambært Ritzau.

Í gjár hevði Zelenskyj eisini ein telefonfund við Trump og fleiri evropeiskar leiðarar, og tað var á hesum fundinum, at Trump skal hava boðað frá, at hann hevði ætlanir um at fundast við Putin, og at hetta longu kundi verða í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder