Innanlands

- Margháttligt at hoyra Anniku Olsen harta Betri samtakið

Jógvan Skorheim finnst at Anniku Olsen

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-09 17:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Tað var margháttligt at hoyra Anniku Olsen harta Betri samtakið, nú Betri hevur slept ætlanunum at fara víðari við íbúðarbygging. Annika Olsen hevur sovið í tímanum. Hon hevur ongan vilja víst at taka ábyrgdina á seg sum borgarstjóra, men hevur spælt bóltin víðari til onnur at taka sær av."

Soleiðis skrivar Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, í lesarabrævi.

Annika Olsen segði við in.fo í november, at hon ikki helt tað vera uppgávan hjá einari kommunu at byggja øllum bústaðir.

Skulu kommunur byggja íbúðir, er tað kappingaravlagandi, tí so gera kommunurnar seg inn á privatu vinnuna, og hana eigur kommunan ikki at fara í kapping við, heldur hon.

Hesum er Jógvan Skorheim tó ikki samdur í.

"At kalla hetta “kappingaravlagandi” er púra burturvið. Allar kommunur kappast um barnagarðspláss, tað gagnar familjunum, sum skulu seta føtur undir egið borð. Allar kommunur hava longu í dag myndugleikan at útstykkja, og eisini planera grundstykkir til vanliga sethúsabygging, tað gagnar eisini øllum teimum mongu, ið ynskja at byggja sær nýggj hús. Hví skulu vit ikki geva teimum familjum, ið ikki hava ráð ella møguleika at byggja sær hús, møguleikan at fáa eina íbúð? Tað er mær púra óskiljandi," sigur hann.

Lesarabrævið hjá Jógvan Skorheim kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder