Mentan

– Nógv halda tað vera provokerandi

Í samrøðu við DR greiðir Dania O. Tausen frá, at nógv halda tað vera provokerandi, at hon er við í filminum Skál, men kortini hevur hon eisini fingið nógvar jaligar afturmeldingar

Dania O. Tausen (Mynd: DR/Cecilie Debell)

Dania O. Tausen (Mynd: DR/Cecilie Debell)

2021-04-21 17:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 24. apríl verður føroyski heimildarfilmurin Skál frumsýndur á CPH:DOX filmsfestivalinum í Keypmannahavn.

Skál byggir á yrkingasavnið við sama navni hjá Daniu O. Tausen. Dania er høvuðspersónur í filminum, sum 23 ára Maria Tórgarð hevur gjørt saman við 33 ára gomlu Cecilie Debell úr Danmark.

Skál snýr seg um at finna seg sjálvan, at royna mørk og um at finna javnvágina millum tað, ein er vaksin upp við og heimin, ið møtir einum sum sungur í royndini at skapa sín egna samleika.

Dania kemur úr einum trúgvandi umhvørvi, og tá hon fellur fyri hiphop-listamanninum Trygva, eisini kallaður Silvurdrongur, kyndist ein ungdómsuppreistur, sum hon upplivir saman vinkonuni Marjuni.

Tað er ikki tí tær vilja burtur frá samkomuni – tær vilja bara hava loyvi til at vera seg sjálvar. Men hvussu heldur ein ta javnvágina? Og hvat siga tey í samkomuni, tá Dania gevur út eitt yrkingasavn, fult av uppreistri, ótta og frælsi?

– Fólk vita ikki rættiliga, hvussu tey skulu fara við mær. Tað er í øllum førum soleiðis eg kenni tað frá nógvum av teimum kristnu. Eg haldi bara, at tey skulu hava eitt sindur av tíð, sigur Dania O. Tausen í samrøðu við DR.

– Eg royni at práta við so nógv sum eg kann fyri at hoyra, hvat tey hugsa. Nógv uppliva tað sum provokerandi, at eg eri við í heimildarfilminum. Men eg havi eisini fingið nógvar jaligar afturmeldingar frá øllum møguligum, sum eg ikki kenni.

Dania greiðir frá, at nógv hava sagt við hana, at hon er djørv, og at tey kenna seg aftur í lýsing hennara av føroyska ungdómslívinum.

– Men tó vilja tey t.d. ikki deila nakað úr bókini á teirra Facebook-vanga, tí tað er kortini ov kontroversielt, sigur hon.

– Gjøgnum tíðina er nógv, sum eg ikki havi sagt fyri mínum foreldrum. Tað er jú ikki nakað serligt fyri meg sum trýgvandi menniskja, men tað er nokk styrkt av trúnni. Har er ein skomm í tær. Mann hoyrir bara um tað góða frá øllum, og hugsar so, at eingin annar hugsar líka sum tú, tá tað t.d. snýr seg um sex og onnur ting. So kann mann skjótt fyllast av skomm.

– Øll ivast vit, og tað haldi eg, at vit skulu hava loyvi til at gera, sigur hon at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder