Tá jólafriðurin legði seg yvir landið, vóru tað tíverri ikki øll, ið fingu jólafrið. Tað sigur felagið Heimafriður í tíðindaskrivi.
- Aftur í ár, hóast Heimafriður hevur heitt á kommunurnar um at skipa so fyri, at fólk fingu heimafrið um høgtíðina, hava fólk verið órógvað av ljósmotorum frá skipum, sum liggja við bryggju.
Felagið sigur, at klagur eru komnar úr Ánunum, av Strondum, Glyvrum, Skála og úr Havn.
- Skip liggja við ljósmotorum og órógva fólk, sum búgva í økinum. Hesir borgarar hava ongan heima- ella jólafrið, og fleiri eru flýggjað heimanífrá. Góða veðrið ger, at gangurin kennist serliga ágangandi.
Felagið hevur verið í samband við havnamyndugleikar og onnur viðkomandi fyri at royna at bøta um umstøðurnar hjá fólki.
- Skip, sum kunnu nýta landstreym, liggja kortini við egnum ljósmotorum gangandi, og onnur skip liggja við óneyðugum ljósum tendraðum, sum kunnu vera við til at økja um gangin frá ljósmotorunum. Í onkrum føri hevði havt borið til at flutt skip, so tey vóru til minni ampa, men avvarðandi myndugleikar látast ikki um vón.
- Felagið átalar harðliga, at borgarar aftur í ár skulu líða undir hesum óskilinum og heitir enn einaferð á mynduleikarnar, um at gera alt, ið gerast kann fyri at minka um larmin, skrivar felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald