- Nólsoyingar skulu sjálvandi hava ein nýggjan vøll, spurningurin er bara, hvussu skjótt tað letur seg gera at gera ein nýggjan vøll. Vit mugu lurta eftir fólki á staðnum, tí loysnin frá 2005 viðvíkjandi brimverjuni hevur ikki staðið royndina
Hetta sigur Annika Olsen, borgarstjóri, eftir vitjanina í Nólsoy. Eftir ódnarveðrið veðrið í vikuskiftinum sær einki út ymsastaðni á oynni. Tórshavnar kommuna skrivar, at Nólsoyggin er nærmast við at fara í tvíningar; brimgarðarnir halda ikki, og hellan er við at brotna
- Tá tað snýr seg um vøllin og bakkaverjuna, so er tað ein kommunal uppgáva. Men erosión og at bergið sorast og brýtur burtur er ein landsuppgáva. Tí mugu vit tosa við landsstýrið, soleiðis at vit kunnu fremja eina felags haldgóða loysn viðvíkjandi vøllinum og harvið tryggja, at nakað tílíkt ikki hendir aftur, sigur Annika Olsen.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald