Innanlands

- Nú standið saman fólkið og setið út í kort nýggja kós

Løgmaður lovar sum tað fyrsta í røðu síni, at tað skal gerast lættari at seta føtur undir egið borð

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2026-07-29 13:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmaður tekur útgangsstøði í sangunum frá sjónvarpssendingini Hoydalar í setanarrøðuni á Løgtinginum í løtuni.

Beinir Johannessen byrjaði fyrstu løgmansrøðu sína við at sitera M. C. Restorff úr “Ein glotti fyri framman”.

- Nú standið saman fólkið og setið út í kort nýggja kós.

Løgmaður vísir á, at ætlan hansara og landstýrisins við nýggja løgtinginum seta nýggja kós í kortið, eina kós, ið fyrst of fremst skal styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum.

Eins og spírarnir í Hoydølum fingu nýggjar greinar at vaksa úr rótum, sum undanfarin ættarlið hava fest, so skulu vit ikki seta ættarliðini móti hvørjum øðrum, ella sum Eyðun Nolsøe syngur: “Ferðast í flokkum, men spjødd innaní”.

Føroyingar skulu hava møguleikar at festa røtur, vaksa og seta sín egna dám á framtíðina, segði løgmaður.

Og við hesum orðum kom hann inn á bústaðartørvin sum tað fyrsta í røðu síni.

- Í dag er er leiðin til egnan bústað ov long og tung. Tað ávirkar ikki bara tey ungu, men alt samfelagið, staðfesti hann, og lovaði at tað nú verða sett ídøkilig verk á bústaðarmarknaðinum.

Eitt nú við at meirvirðisgjald verður afturborið, tá nýggir bústaðir verða bygdir, og tað skal vera einfaldari at avgreiða byggimál í umsitingini.

Eisini verður ein bústaðargrunnur settur á stovn, ið skal lætta um fíggingina hjá teimum, ið keypa ella byggja sín fyrsta bústað.

Og til familjurnar lovar løgmaður skattafrían barnakekk á 20.000 krónur og at barnafrádrátturin skal hækka komandi árini, alt fyri at gera tað lættari at skapa familjulív í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder