Innanlands

- Nú verður hon noydd at makka rætt

Høgni Lützen vónar, at borgarstjórin tekur undirskriftirnar ímóti staðsetingini av tjóðleikhúsi í álvara

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-03 10:57 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hon verður noydd at makka rætt nú. 2400 undirskriftir er nógv, so hon verður noydd at gera okkurt nú, annars verður hon ikki vald til næsta val. 

Tað sigur Høgni Lützen, sum handaði borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu 2400 undirskriftir ímóti staðsetingini av tjóðleikhúsinum á Skálatrøð í dag.

Sí eisini: Video: Handaðu borgarstjóranum 2400 undirskriftir

- Eg vóni at hon tekur hetta til eftirtektar og handlar uppá tað. Tí tað fyrsta svarið frá Anniku Olsen og Gunvør Balle var milt sagt ikki uppmundrandi. Tað vísti ikki stóra virðing fyri teimum, sum ikki vildu hava staðseting av tjóðleikhúsi á Skálatrøð, sigur Høgni Lützen, sum heldur at reaktiónin frá borgar- og varaborgarstjóranum hevur verið arrogant higartil. 

- Tær tosa útyvir fólk við at siga, at tær vilja gera parkeringspláss saman við tjóðleikhúsi. Men tær hava misskilt tað, tí fólk vilja slett ikki hava eitt tjóðleikhús har á Skálatrøð, greiðir Høgni Lützen frá.

Tá Annika Olsen fekk undirskriftirnar frá Høgna Lützen, segði hon seg hava frætt úr løgtinginum, at lógin um tjóðleikhús helst ikki verður samtykt áðrenn tingið fer í summarfrí. Tí dettur uppskotið vekk, og býráðið fær tíð at viðgera staðsetingina av nýggjum. Men Høgni Lützen heldur tað verða líka mikið, um Løgtingið ikki samtykkir at byggja tjóðleikhúsið beint nú, tí hann vil hava borgarstjóran at fara í holt við at fáa staðsetingina, sum býráðið samtykti í 2014, tikna aftur beina vegin. 

Sjálvur heldur Høgni Lützen at eitt tjóðleikhús átti at ligið uppi við Norðurlandahúsið, og at okkurt kundi verði gjørt við parkeringsviðurskiftini har uppi, tá tjóðleikhús varð bygt. Á Skálatrøð heldur hann, at parkeringsviðurskiftini longu hava oyðilagt nógv fyri vinnulívið. 

- Annika Olsen sigur, at hann vil nøkta parkeringstørvin samstundis sum eitt tjóðleikhús verður bygt. Men longu nú er tørvurin næstan, at parkeringsplássini tvífaldast. Tí tykist tað sum, hon hevur misskilt trupulleikan, sigur Høgni Lützen at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder