Innanlands

- Óheppið signal at senda um eg legði frá mær

Rigmor Dam ætlar ikki at geva skarvin yvir

2018-12-17 22:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Um tað er soleiðis framyvir at landsstýrisfólk skulu rúka upp á, at undirliggjandi stovnar brúka pengar í heimildarloysi, so haldi eg at signalið til allar stovnsleiðslur er: “Brúkið bara pengar, tað eru landsstýrisfólkini, sum rúka, og tað hevur onga avleiðingar”.

- Tað haldi eg hevði verið ein ómetaliga óheppið signal frá politiska myndugleikanum.

Soleiðis greiddi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, frá í Degi & viku í kvøld.

Andstøðan umhugsar at leggja uppskot um misslát fyri tingið fyri at pengar eru brúktir í heimildarloysi á Glasi. Verður misálit lagt fyri tingið, so skal tingið sleppa at atkvøða um tað, segði Rigmor Dam.

Hon greiddi eisini frá, at hon ikki visti um meirnýtsluna. Hetta hóast hon hvønn mánað hevur sitið yvirav Landsverki, og fingið støðulýsing.

- Tað er eingin avgerð ella eingi boð, sum eru komin frá mær av, sum hava elvt til hesa støðuna, sum vit eru í nú.

- Vit hava sitið yvirav hvørjum øðrum hvønn einasta mánað, og eg havi fingið at vita at játtanin heldur, greiðir Rigmor Dam, sum tann 23. oktober fekk at vita, at Landsverk hevði forroknað seg upp á ein ella annan hátt.

Hoyr meira á kvf.fo her

 

Les eisini: Løgmaður fríkennir Rigmor Dam fyri ábyrgd av óskilinum

Les eisini: Misálit móti landsstýriskvinnuni verður umhugsað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder