Uttanlands

- Okkara aftursvar verður knúsandi og kraftmikið

Soleiðis sigur Abolfazi Shekarchi, generalur í iranska herinum. Rouhani, foseti, hevur sett seg í samband við Turkaland við áheitan at standa saman í stríðnum móti USA, og Iran sigur seg hava 35 amerikansk álopsmál í lætt atkomiligum økjum

Hassan Rouhani, forseti í Iran, hevur eisini havt fund við uttanríkisráðharran í Katar um støðuna. Ríka oljulandið hevur ein fót á báðum síðum í málinum, tí amerikansk hernaðarstyrki er í landinum, og Katar deilir olju- og gasøki við Iran (Mynd: EPA)

Hassan Rouhani, forseti í Iran, hevur eisini havt fund við uttanríkisráðharran í Katar um støðuna. Ríka oljulandið hevur ein fót á báðum síðum í málinum, tí amerikansk hernaðarstyrki er í landinum, og Katar deilir olju- og gasøki við Iran (Mynd: EPA)

2020-01-05 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er landasorg í Iran í vikuskiftinum. Hon varð lýst eftir drápið á generalin Qassem Soleimani fíggjadagin. Tað var USA, ið stóð aftanfyri drápið, sum varð framt við dronu, og nú leggur Iran eina hevndarætlan til rættis

Les eisini: Iranski leiðarin: Vit fara at hevna okkum

Soleimani var ein av mest valdsmiklu persónunum í Iran, og hevndin fyri hann fer av álvara av merkjast sambært einum øðrum generali í herinum, Abolfazi Shekarchi. CNN skrivar, at tað sambært Shekarchi við toli verður arbeitt við at svara aftur uppá yvirgangsatsóknina á ein knúsandi og kraftmiklan hátt. Generalurin sigur, at at tað er Iran, ið sjálvt avger tíð og stað fyri álopi.

Turkaland er eitt av londunum, ið hevur givið sína ónøgd við álopi til kennar. Turkaland óttast fyri, at álopið fer at gera Irak, har Soleimani var staddur, tá hann varð drpin, til eitt krígsøki aftur. Í gjár tosaðu Hassan Rouhani, forseti í Iran, og forsetin í Turkalandi Recep Tayyip Erdogan saman í telefon. Rouhani vísti á, at londini í Miðeystri skal standa saman ímóti USA, ið er hernaðarliga til staðar í økinum.

Les eisini: 
Amerikanskur trygdarráðgevi mælir Iran frá at hevna seg

Iran hevur sagt, at 35 álopsmál eru lætt atkomulig, um herurin vil ger atsóknir móti amerikanarum. Men USA og Donald Trump hava staðiliga ávara ímóti mótiálopum og eru eisini til reiðar: 

- Um Iran rakar amerikansk mál, hava vit ásett okkum 52 iraknsk mál, ið fara at verða rakt sera skjótt og sera ógvusligt

Hetta hevur amerikanski forsetin skrivað á Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder