Innanlands

- Okkara strategiska staðseting mitt í Norðuratlantshavi gevur nýggjar møguleikar

Tað gevur tó eisini Føroyum stórar avbjóðingar og ábyrgd. Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen um Arktis, ið var høvuðsevni á fundinum millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum í dag

Bárður á Steig Nielsen hevur fundast við Mette Frederiksen og Kim Kielsen

Bárður á Steig Nielsen hevur fundast við Mette Frederiksen og Kim Kielsen

2020-01-07 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fundur hevur í dag verið í Keypmannahavn millum stjórnarleiðararnir í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har ymisk viðurskifti í ríkisfelagsskapinum vóru til umrøðu. Tað var serliga støðan í Arktis og uttanríkispolitikkur, ið var á breddanum:

- Ríkisfelagsskapurin er ein týðandi felagsskapur í Arktis. Okkara strategiska staðseting mitt í Norðuratlantshavi gevur Føroyum nýggjar møguleikar. Men tað gevur okkum eisini stórar avbjóðingar og ábyrgd. Hetta krevur, at vit eru umhugsin og samskifta væl fyri at tryggja, at møguleikarnir verða gagnnýttir á bestan hátt.

Soleiðis segði løgmaður eftir fundin. Bárður á Steig Nielsen vísir hervið á, at ábyrgdin í Arktis krevur nógv fyri føroyingar. 

[object Object]
(Mynd: Løgmansskrivstovan)

Løgmansskrivstovan hevur eisini á heimasíðu sínari sitatir frá Mette Frederiksen og Kim Kielsen:

Eftir fundin sigur danski forsætisráðharrin:

- Økti áhugin hjá stórveldunum fyri Arktis gevur samstarvinum í ríkisfelagsskapinum eina nýggja dimensjón. Økti áhugin frá stórveldunum hevur við sær, at vit styrkja samskifti og at Danmark, Grønland og Føroyar fara at arbeiða meira upp á tvørs. Á fundinum í dag hava við millum annað umrøtt uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk.

Eftir fundin sigur grønlendski landsstýrisformaðurin:

- Tað var ein góður og opin fundur. Vit eru tilvitað um, at grønlendska staðsetingin í Arktis og Norðuratlantshavi gevur okkum ein meira týðandi leiklut í stórpolitisku myndini. Av teirri orsøk er tað sera týdningarmikið, at grønlendska landsstýrið fær eina veruliga ávirkan á tær avgerðir, sum verða tiknar í ríkisfelagsskapinum um Grønland og Arktis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder