Innanlands

- Ólavsøkan skal vera sum hon var

Ónøgd hevur aftur í ár tikið seg upp um, at ólavsøkan er flutt longur oman í býin og á Skálatrøð. “Herverk”, sigur Heini í Havn Magnussen í lesarabrævi

Tivoli á Skálatrøð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tivoli á Skálatrøð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-23 10:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár hevur kjak tikið seg upp um at ólavsøkan seinnu árini er flutt longur oman í havnargøtur, og stóra virksemið á Skálatrøð.

Ein teirra sum hevur elvt til kjakið er Heini í Havn Magnussen, sum í gjár sendi lesarabræv til miðlarnar.

- Tað er sjón fyri søgn, at ólavsøkan bara er blivin minni og minni tiltalandi fyri fólk, og ongantíð hava verið so nógv tosa opið um sína misnøgd um ólavsøkuna, vil Heini í Havn Magnussen vera við.

- Hvør ið hevur skyldina av at ólavsøkan er kroyst oman á Skálatrøð, har eitt frímerkið við stálhegni uttanum og endaleysari kø, skal verða karmur um òlasøkuna skal eg ikki gita nakað um – men hetta er bara ikki gott, skrivar hann.

Hann vil hava ólavsøkuna niðan í býin - frá Skálatrø niðan til KFUM.

- Og á vegnum skulu verða básar við 21 spæl, tombola, vattísasøla (candyfloss) og líknandi. Uttanfyri gamla Føroyabanka eiga básar at standa. Eisini á parkeringsøkinum við Vertshúsið, sigur Heini í Havn Magnussen og sipar til hvussu ólavsøkan varð skipað fyri nøkrum árum síðani.

KFUM boðaði um vikuskiftið frá, at tey halda uppat við ólavsøkubasarinum.

Orsøkin er, at seinnu árini hevur nevndin í KFUM merkt avleiðingarnar av, at ólavsøkan gjøgnum tíđðna er broytt, og at tíðin nú er farin frá ólavsøkubasarinum, varð sagt.

Heini í Havn Magnussen vónar at ólavsøkan næsta ár verður øðrvísi.

- Hetta má og skal koma í rættlag aftur, og vónandi verður ólavsøkan 2020 eins og ólavsøkan var, áðrenn herverk bleiv gjørt inná hana, og alt bleiv flutt oman á Skálatrøð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder