- Øll, ið taka lut í fyrireikingunum, arbeiða fyri, at ein møguligur Suðuroyartunnil verður tryggur. Drúgvar mannagongdir og góðkenningartilgongdir mynda arbeiðið, sum er at koma fram til tryggastu loysnina, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður, í svari til fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.
Liljan Weihe setti løgmanni hesar spurningar:
1. Er nakar nýggjur ella komandi tunnil í verðini, sum er líka langur ella longri enn
Suðuroyartunnilin, sum ikki hevur tvey tunnilsrør?
2. Nær er avgerð tikin um, at Suðuroyartunnilin bert skal hava eitt tunnilsrør uttan rýmingarleiðir, og hvør hevur tikið hesa avgerð?
3. Hví verður vikið frá altjóða minimumstrygdarkrøvum ísv. Suðuroyartunnilin?
4. Hvussu verður tryggjað, at trygdin er í lagi, um farið verður undir verandi ætlanir um Suðuroyartunnilin?
Løgmaður leggur dent á, at Løgtingið tekur ikki støðu til ein lidnan tunnil nú, men til eina tilgongd, har tunnilin bert kann gerast og latast upp, um fakligir myndugleikar staðfesta, at trygdin er nøktandi.
Løgmaður sigur seg ikki hava fingið upplýst um nakrar tunnil við einum røri, sum er longri enn 10 kilometrar. Men orsøkin til, at flest allir sera langir tunlar hava tvey rør, er fyrst og fremst stór ferðsla - ikki bert longdin á tunlinum.
– Við Suðuroyartunlinum er støðan øðrvísi: tunnilin verður sera langur, men ferðslan væntast at vera nógv minni enn í teimum londum, sum altjóða standardar vanliga byggja á.
Tað er beinleiðis ásett í norsku Tunnelsikkerhetsforskriften, at myndugleikin kann góðkenna aðrar trygdarloysnir enn standardkrøvini.
- Tað er ikki rætt at lýsa støðuna soleiðis, at trygdarkrøv verða sett til viks. Heldur er talan um at gera sum reglurnar sjálvar leggja upp til – eina váðagrundaða meting í serligum førum, sigur løgmaður.
- Við øðrum orðum: Ikki minni trygd – men ein onnur trygdarlýsing, sum hóskar til lága ferðslu og umstøðurnar annars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald