placeholder
Innanlands

- Ongi átroðkandi brek í tunnlunum norð um Fjall

Farið verður undir at gera ábøgur í ár, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-17 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er trygt og forsvarligt at koyra gjøgnum Árnafjarðatunnilin og Hvannasundstunnilin, tunnlarnar, sum vanliga verða kallaðir tunlarnir norður um Fjall.

Tað vissar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til tinglimin Steffan Klein Poulsen.

Tinglimurin fyri Miðflokkin setti herfyri landsstýrismanninum grein 52-spurning út frá kanningunum, sum ráðgevandi serfrøðingafelagið Rambøll gjørdi av tunnlunum í vetur.

Ein av spurningunum ljóðaði: ”Er tað trygt og forsvarligt at koyra ígjøgnum tunlarnar norð um fjall sambært støðumetingini hjá Rambøll?”

Til hetta svarar Jørgen Niclasen stutt og greitt: ” Ja, annars hevði Landsverk stongt tunlarnar”.

Jørgen Niclasen sigur eisini, at Rambøll í síni støðulýsing til Landsstýrið hevur upplýst, at onki átroðkandi brek er í tí norðara tunnlinum, Hvannasundstunnlinum, og heldur onki í Árnafjarðartunnlinum, ”burtursæð frá loftinum í innkoyringini í Ánunum”.

Út frá hesum er niðurstøðan hjá landsstýrismanninum og Landsverk, at tunnlarnir eru ”.., í rímiliga góðum standi eftir aldrinum”.

Mælt verður til at gera ávísar ábøtur á festið í loftinum, og at ætlanin er at fara undir hesar ábøtur í ár, sigur Jørgen Niclasen og leggur afturat:

”Nýggir tunlar Norður um Fjall hava høga raðfesting hjá landsstýrinum og tí verður viðlíkahaldstíðarætlan gjørd í samljóði við tíðarætlan av nýggju tunlunum.”

Umræddi trupulleiki við tunnilsloftinum í Árnafjarðartunnlinum er tað, sum stjórin fyri Landsverk kallaði fyri ”sukurmolar, ið drússa niður úr loftinum”.

Les: - Deyðsfella er tað ikki 

Tað var Hjalmar Zachariassen, sum eftir fleiri royndir at fáa innlit var tann, ið fyrst umrøddi tað, sum stóð í frágreiðingini frá Rambøll. Tað gjørdi hann í lesarabrævi á lesarin.fo.

Sí: Deyðatrygdin hjá Landsverki 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder