Innanlands

Vegir í Havn stongdir í sambandi við altjóða súkkludag mikudagin

Í sambandi við eitt alment súkklutiltak, sum verður fyriskipað í sambandi við altjóða súkkludagin, eru fleiri vegir í miðbýnum stongdir frá kl. 15 til 19

(Savnsmynd: Visualhunt)

(Savnsmynd: Visualhunt)

2026-06-01 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 3. juni er altjóða súkkludagur, og tá eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn í sambandi við alment súkklutiltak.

Vegirnir, sum eru stongdir frá klokkan 15 til 19, eru, sambært Tórshavnar kommunu:

  • Tórsgøta frá Steinatúni oman Vágsbotn
  • Sverrisgøta frá Magnus Heinarsonar gøtu til Tinghúsvegin
  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Mylnugøta
  • Vágsbotnur til Bøgøtu/Skálatrøð
  • Undir Bryggjubakka
  • Bryggjubakki til Bringsnagøtu
  • Vaglið niðan til Húsabrúgv
  • Bringsnagøta oman til Áarvegin
  • Áarvegur
  • Kopargøta
  • Havnagøta

Kommunan skrivar, at parkeringsplássið á Bursatanga er longu stongt frá klokkan 13.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder