Innanlands

- Óseriøst at pástanda at landsstýrismaðurin var stjóri á Landsverki

Talan var um nakrar fáar dagar um høgtíðina til ein fyribilsstjóri var settur, sigur Heðin Mortensen

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-01-09 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- At pástanda, at landsstýrismaðurin er stjóri á Landsverki, er ikki rætt. Eisini eitt sindur óseriøst. At landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at 3 deilarleiðarar á Landsverki, sum ein fyribilsloysn vísa til aðalráðið, er heilt náttúrligt. Talan var um nakrar fáar dagar um høgtíðina til ein fyribilsstjóri var settur á Landsverki.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðsumálum, í viðmerkingum til Akademikarafelagið.

Akademikarafelagið sendi nýggjársdag skriv til løgmann, løgtingsins umboðsmann og landsstýrismannin í samferðslumálum, har felagið fanst at bygnaðinum á Landsverki.

Men Heðin Mortensen undar seg á, at eitt slíkt skriv skal sendast til øll.

- Tað, sum hevði verið frægast, hjá Akademikarafelagnum, var, at felagið kom oman í Samferðslumálaráðið at tosa við landsstýrismannin um málið í staðin fyri at senda klagu til hesi og hasi. Landsstýrismaðurin hevur als ikki fingið nakra áheitan frá felagnum um fund at røða um málið, heldur Heðin Mortensen.

- Akademikarafelagið hevði uttan iva komið til sættis við landsstýrismannin, og so kundu vit hugt frameftir og fingið frið um Landsverk, ikki minst við atliti at starvsfólkunum, sigur landsstýrismaðurin.

Svarið til Akademikarafelag Føroya sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder