Mentan

- Páskirnar eru okkara størsta høgtíð

Sóknarpresturin í Hoyvík greiðir frá, hvønn týdning páskirnar hava fyri kristindómin, men eisini at tað upprunaliga er ein jødisk høgtíð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-21 21:15 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Páskadag reis Jesus uppaftur. Tí eru páskadagarnir ein gleðishøgtíð, meðan skírishósdagur og langi fríggjadagur kanska eru meira daprir. 

Tað sigur Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvík. Seinastu dagarnir hava flestu føroyingar havt páskaferiu, og páskirnar hava stóran týdning í Kristnu trúnnið.

- Hetta er høgtíðin, sum kristindómurin stendur og fellur við. Tað at Jesus doyði og reis upp frá teimum deyðu, sigur Theodor Eli Dam Olsen. Hann greiðir frá, at Skírishósdag minnast vit seinastu kvøldmáltíðina millum Jesus og lærusveinar hansara, meðan Jesus langa fríggjadag varð tikin til fanga og dømdur til deyða. Páskadagarnir verður hátíðarhildið, at Jesus reis uppaftur frá teimum deyðu.

Theodor Eli Dam Olsen greiðir frá, at tey í Hoyvíkar kirkju eisini gera nakað burturúr, at tveir teir fyrstu dagarnir eru meira daprir enn teir fyrstu. 

- Tú merkir tað á prædikuni og sálmavalinum, at tað er munur á. Tað hevur eisini verið ein oboe, við tí dapra tónanum, sum hevur spælt undir sálmasanginum skírishósdag og langa fríggjadag. Páskadagarnir er tað ein trompet, við tí høga tónanum, sum spælir undir, greiðir sóknarpresturin frá. 

Upprunaliga vóru páskirnar endin á einari fastu, sum katolikkar, tey orthotoksu og aðrar kristnir trúðarrætningar enn hava. 

- Flestu føroyingar eru protestantar og fylgja tí, sum Luther byrjaði. Hann skarð nógv av tí andaliga fekk. Fastan snýr seg júst um at fasta fyri at koma í samband við tað andaliga, greiðir Theodor Eli Dam Olsen frá. 

Upprunaliga jødisk høgtíð 
Páskirnar eru upprunaliga ikki ein kristin høgtíð. Páskirnar verða eisini hildnar av jødunum, tá tey minnast tað tíggjundu pláguna, sum Guð sendi ímóti Egyptarum, fyri at lata ísralittunum leysar úr træladømi. Tíggjunda plágan var, at tann frumborni sonurin í hvørjari familju skuldi verða tikin av lívi. Men um blóð varð smurt á durðakarmin, skuldi deyðseingilin fara fram við har og ikki taka nakað lív. 

- Páskir merkir upprunaliga at fara fram við, og sipað verður til, at blóð varð smurt á durðakarmin, fyri at deyðseingilin skuldi fara fram við har, greiðir Theodor Eli Dam Olsen frá. Hann sigur, at millum annað tí, hevur lambið fingið ein serligan týdning á páskum. 

- Páskalambið er millum annað eitt tekn um blóðið, sum varð smurt á durðakarmin, sigur Theodor Eli Dam Olsen, sum tó ikki heldur at stórir partar av okkara páskum eru líkir teimum jødisku. 

- Man kann siga, at okkara páskir teologist eru eitt framhald av teimum páskunum, tí vit jú trúgva, at Jesus doyði á krossinum og reis upp á páskum, greiðir Theodor Eli Dam Olsen at enda frá.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder