Innanlands

- Politikkarar vilja ikki á fólkating um teir hava vald í Føroyum

Uni Holm Johannesen vísur á, at politikkarar velja nærum altíð fólkatingssessin frá, um teir hava stórt politiskt vald í Føroyum

(Savnsmynd: Skíggjamynd/KVF)

(Savnsmynd: Skíggjamynd/KVF)

2019-05-10 18:56 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Kaj Leo Holm Johannesen stillaði sum løgmaður upp seinast, og Jørgen Niclasen stillaði upp sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Teir høvdu báðir eisini farið í farloyvi, um teir vórðu valdir. 

Tað sigur Uni Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingur. Í gjár var samrøða við Una Holm Johannesen á Portal.fo. Hann segði, at fólkatingsvalið hevur lítlan áhuga ímillum føroyingar. Hann vísur á, at politikkarar vanliga velja sessin frá, um teir hava ein tungan sess í føroyskum politikki. 

- Høgni Hoydal var valdur seinast, sjálv um hann lovaði veljarunum at fara í farloyvi beinanvegin, tí hann skuldi fyrireika flokkin til løgtingsvalið. Magni Arge tók farloyvi nakrar mánaðir í 2016 fyri at røkja sín løgtingssess, og Torbjørn Jacobsen, sum var nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi við 331 atkvøðum, tók við, greiðir Uni Holm Johannesen frá. 

- Tað er greitt tekin um, at politikarar vilja ikki í Fólkatingið, um teir hava stórt politiskt vald í Føroyum, sigur hann. 

Fáa illa mobilisera valevnir 
- Tað eru bara tveir politiskir sessir at kappast um. Flokkarnir fáa ikki mobilisera nógv valevni, sum veruliga halda, at tey hava ein kjans at vera vald. Við færri eldhugaðum valevnum mobiliserar tú eisini færri veljarar, sigur Uni Holm Johannesen, sum vísur á, at tað er nærum ómøguligt at verða valdur á fólkating, um samanborið verður við løgtingsval. 

- Til løgtingsval kann tú verða varalimur í løgtinginum við 250 atkvøðum og enda nummar 10 á listanum hjá Sambandsflokkinum, um Sambandsflokkurin sleppur í landsstýrið, sigur stjórnmálafrøðingurin, sum gjørdi uppgávu um føroyska fólkatingsvalið í sambandi við master-uppgávu sína. Hann leggur afturat, at fleiri fullveldisveljarir ikki fara á val, tí tað stríðir ímóti teirra sannføring. 

- Og tað er væl kent, at ein partur av fullveldisveljarum og sjálvstýrisveljarum fer ikki á val, tí tað stríðir ímóti teirra ideologisku sannføring, men tey eru ikki so nógv, at Tjóðveldi ikki hevur megnað at vunnið sessin nakrar ferðir seinastu 20 árini, sigur Uni Holm Johannesen at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder