Seinnapartin er komið fram, at Bústaðir hevur sagt nærum helmingin av sínum starvsfólkum úr starvi.
Við stjóranum eru 16 starvsfólk skrásett á heimasíðuni hjá Bústøðum. Sjey teirra hava fyrrapartin fingið boð um, at tey eru uppsøgd. Harvið eru nú bert níggju eftir.
Sí eisini: Sjey fólk søgd úr starvi á Bústøðum
Jógvan Ósa er stjóri hjá Bústøðum. Hann tók við síðst í juni mánaða. Við Portalin sigur hann, at talan er um ein ov tungan rakstur.
- Raksturin er í verandi løtu ov tungur. Ein liður í at betra um raksturin, er at fremja sparingar á lønarútreiðslunum.
Vit spurdu hann, um tað ikki kundi verið gjørt nakað øðrvísi enn at siga næstan helminginum av starvsfólkunum upp.
Til hetta staðfestir stjórin tó, at "tað í verandi løtu ikki tíverri ikki vóru aðrir møguleikar".
Seinastu tíðina hevur støðan viðvíkjandi Bústøðum og langtíðarhaldføri verið nakað frammi. Nú hava Jógvan Ósa og onnur so tikið eina av avleiðingunum.
Samanlagt eru 13 fólk sagt upp hjá Bústøðunum seinasta árið.
Rættað og dagført: 15.01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald