Innanlands

Sjey fólk søgd úr starvi hjá Bústøðum

Hetta er beint undir helmingurin at teimum, sum arbeiddu har áðrenn. Tey uppsøgdu fingu boðini fyrr í dag

Bert níggju starvsfólk eru eftir hjá Bústøðum

Bert níggju starvsfólk eru eftir hjá Bústøðum

2024-10-10 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bústaðir hevur fyrr í dag sagt heili sjey starvsfólkum í starvi. 

Hetta hevur Portalurin fingið upplýst, og tað hevur heimasíðan in.fo eisini skrivað fyri løtu síðani.

Starvsfólkini hava fingið kunning um hetta fyrrapartin. 

Sambært in.fo er talan er um tríggjar húsavørðar, ein byggifrøðing, tvey fólk á fíggjardeildini og eitt skrivstovufólk.

Við stjóranum eru 16 starvsfólk skrásett á heimasíðuni hjá Bústøðum. Harvið eru nú bert níggju eftir. 

Jógvan Ósa tók við starvinum sum stjóri í summar. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum í hesum sambandi.

[object Object]
Jógvan Ósa, stjóri

Eitt mál viðvíkjandi avvarandi landsstýriskvinnuni og útsagnum hennara um langtíðarhaldføri hjá Bústøðum koyrir í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder