Innanlands

- Rættvísger egið virksemi við at niðurgera kappingarneytar

Sosialurin reyð tøl uttan stuðul úr landskassanum. Aftursvar til greinina á síðu 2 í Sosialinum

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-05 16:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fáar tímar seinni verður so ein viðmerking frá ábyrgdarhavandi blaðstjóranum varpað út á nakrar av netmiðlunum, og í gjár kundi eg so staðfesta, at blaðstjórin eisini brúkar síðu 2 í blaðnum, ið verður borið í hvørt hús, til at rættvísgera sítt egna virksemi við at niðurgera sínar kappingarneytar. Og leggja undirritaða undir at hava víðarigivið skeivleikar og misskiljingar.

Tað skrivar Ingi Samuelsen, journalistur á Dimma.fo/Portalinum, í aftursvari til greinina, sum Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, hevði á síðu 2 í Sosialinum í gjár, og sum hevur staðið á ymsum netmiðlum. Í greinini verður roknskapurin hjá Sosialinum fyri 2017 samanborin við roknskapirnar hjá Knassum og Dimmalætting í 2016.

Hann skrivar víðari:

- Hetta ger blaðstjórin við leggja royktám yvir roknskaparliga veruleikan, og gera lesaran enn meira ørkymlaðan við at sleingja út páhald um, hvussu hann lesur og fatar sín egna roknskap, og annars flyta fokus við at innføra eitt nýtt hugtak inn í føroyskan miðlarakstur – burðardygd, hvussu tað so skal fatast – og halda uppá, at tað (sjálvandi) bert eru hansara egnu miðlar, ið kunnu metast at vera burðardyggir.

- Blaðstjórin setir, til sammetingar, roknskapin hjá Sosialinum fyri 2017 upp móti roknskapunum hjá Knassum (portal.fo) og Dimmalætting fyri 2016.

- Tey bæði síðstnevndu tølini eru reyð, ja blóðreyð, meðan Sosialurin vísir eitt avlop á 821.000 krónur. Einki skeivt er í tølunum.

- Men her er talan um tøl, ið ikki kunnu samberast. Í 2017 fekk Miðlahúsið 824.000 krónur í miðlastuðli frá landskassanum, men tað verður ikki upplýst í hesi sammetingini. Lesarin kann sjálvur draga hesa upphædd frá ársúrslitinum hjá Sosialinum fyri at vita, um úrslitið ikki hevði fingið sama lit, sum hjá teimum, ið sammett verður við, skrivar Ingi Samuelsen í lesarabrævinum.

Eisini finst Eirikur Lindenskov at, at tað eru sterkar privatar fyritøkur, sum hava gjørt íløgur í Portalin og í Dimmalætting, og ikki sum í Miðlahúsinum, har "starvsfólk standa aftanfyri raksturin", sum hann orðar seg.

- Hjá Portalinum er tað eitt partafelag í Syðrugøtu, hjá Dimmalætting er tað eitt partafelag á Vestaru Bryggju og hjá Sosialinum er tað eitt partafelag uppi í Meksiko (Banknordik, red.).

- Eg kundi, fyri javnvágina skyld, eisini nevnt hvat eginpeningurin hjá lángevaranum uppi í Meksiko er: Ein milliard, 780 milliónir og 92 túsund krónur.

Les alt lesarabrævið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder