
Vápnini, sum russar brúka í Ukraina innihalda lutir, sum eru gjørdir av útlendskum framleiðarum, m.a. framleiðarum úr Vesturheiminum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
5. oktober varð boðað frá, at Russland leyp á Ukraina við yvir 50 rakettum og umleið 500 dronum, og tær innihalda um 100.688 lutir, sum eru framleiddir í útlondum.
Sambært Zelenskyj eru lutirnir framleiddir av fyritøkum í USA, Kina, Taivan, Stórabretlandi, Týskalndi, Sveis, Japan, Suðurkorea og Niðurlondum.
– Ukraina fyrireikar nýggj revsitiltøk móti teimum, sum hjálpa Russlandi og kríggj teirra, og vit hava latið víðari uppskot til at avmarka veitingarkervið, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Les eisini: Russland sent 500 dronur og 50 rakettir yvir Ukraina í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald