Innanlands

- Samanhaldið meira umráðandi enn nakrantíð

Demokratisku virðini og samanhaldið millum okkara fólk er sterkt, segði Margreta drotning í nýggjársrøðuni

2022-12-31 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margreta drotning hevur í kvøld havt sína 51. nýggjárstalu, og aftur hesaferð varð pláss fyri nøkrum orðum um Føroyar og ríkisfelagsskapin.

- Ótrygga støðan í heiminum merkist eisini í Norðuratlantshavi og Arktis. Bæði í Føroyum og í Grønlandi fylgir man menningini við spenningi, eisni og vit gera her í Danmark. Demokratisku virðini og samanhaldið millum okkara fólk er sterkt. Tað er kanska meira umráðandi enn nakrantíð, segði Margreta drotning.

- Eg sendi bestu nýggjársheilsur til øll í Føroyum og øll í Grønlandi, segði drotningin.

Onkuntíð hevur drotningin í nýggjárstalu boðað frá, um hon ella krúnprinsaparið kemur til Føroya. Tað bleiv ikki gjørt í hesum føri, men tað er ikki so langt síðani at Margreta var og heilsaði upp á fólkið í Føroyum. Á sumri í 2021.

Krúnprinsaparið var í Føroyum við børnunum í 2018.

Øll røðan hjá Margretu drotningin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder