Innanlands

- Samstarvið er gagnligt fyri embætisverkið

Katrin Gaard, fulltrúi í Heilsumálaráðnum hevur drúgvar royndir innan innan norðurlendskt samstarv á embætisfólkastigi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-24 19:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Við at arbeiða norðurlendskt fáa føroysk embætisfólk møguleika fyri at skapa netverk við starvsfelagar úr øllum norðurlondum. Hetta er ógvuliga gagnligt, serliga fyri okkum, tí embætisfólk ofta arbeiða nokkso einsamøll við einum málsøki. Við norðurlendska netverkinum fáa vit lætta og skjóta atgongd til vitan og kunning, sum er til stórt gagn í okkara arbeiði.

Orðini eigur Katrin Gaard, sum síðan 2001 hevur verið í starvi sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum. Katrin er ein av fólkunum í føroysku miðfyrisitingini, sum hevur heilt nógvar royndir við norðurlendskum samstarvi á embætisfólkastigi.

Sambært Katrini er tað ógvuliga gagnligt fyri føroyska embætisverkið at kunna samstarva við hini norðurlondini.

Byrjaði við narkotika
Katrin gjørdist aktiv í norðurlendskum samstarvi, tá hon í 2003 varð vald í ein embætisfólkabólk, sum arbeiddi við narkotika. Hesin embætisbólkurin er ikki virkin longur, men virksemið liggur nú í Nordisk Narkotika Forum, har Katrin eisini hevur sæti.

Seinni arbeiddi hon í eitt ár við javnstøðu í embætisbólkinum, kallaður EK-JÄM. Síðan 2014 hevur hon havt sæti í bólkinum, sum eitur EK-S, ið arbeiðir við bæði almanna- og heilsumálum.

Tveir føroyingar eru í hesum embætisbólkinum. Katrin arbeiðir við heilsuøkinum, meðan Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannamálaráðnum arbeiðir við almannaøkinum í bólkinum.

- Vit hava eitt tætt norrønt samstarv innan okkara øki. Í 2014 kom út ein frágreiðing, nevnd Könberg-rapporten, sum fyrrverandi svenski heilsumálaráðharrin Bo Könberg stóð fyri. Í hesi frágreiðing eru 14 tilmæli um mál at arbeiða við innan heilsuøkini í norðurlondum, og vit hava hesi árini síðani brúkt frágreiðingina í okkara samstarvi, sigur Katrin Gaard.

Antibiotikaætlan og tænastufólkabýti
Sum dømi um, tilmæli úr hesi frágreiðing, ið nú verða implementerað í Føroyum, nevnir Katrin, at Könberg mælti londunum til at seta tiltøk í verk at tálma nýtsluni av antibiotika og fyribyrgja antibiotika mótstøðuføri.

- Við árslok 2017 setti Heilsumálaráðið ein arbeiðsbólk at gera eina virkisætlan fyri mótstøðuføri mót antibiotika í heilsuverkinum, og skjøtil er settur á at seta tilmælið í virkisætlanini í verk, greiðir Katrin Gaard frá.

Eitt annað tilmæli, ið er sett í verk, er norðurlendska tænastufólkaumbýtið á heilsu- og almannaøkinum, har tænastufólk fáa møguleika at arbeiða hjá hvørjum øðrum í eitt avmarkað tíðarskeið.

- Tað eru fleiri føroysk embætisfólk, sum hava gagn av hesum. Arbeiða tey við einum máli ella einum øki, sum tey ynskja at kunna seg neyvari um, so hava tey møguleika at fara eitt skifti til eitt annað norðurland. Har fáa tey møguleika fyri at nema sær kunnleika og vitan, sum so kann brúkast, tá tey koma heimaftur.

- Sama er við hinum norðurlendingunum, sum koma hendavegin. Tey hava altíð eina framløgu fyri okkum, har greiða frá teirra arbeiði og um skipaninar í teimum londum, haðani tey koma. Tað læra vit nógv av. Vit læra eisini nógv av at fáa tey á vitjan, tí tað gevur okkum høvi at hyggja inneftir hvussu vit sjálvi arbeiða, vísir Katrin Gaard á.

Gagnlig netverk
Tí hóast londini eru ógvuliga ólík á summum økjum, so vísir tað seg, at tey í fleiri førum hava ógvuliga líkar avbjóðingar.

- Tað er áhugavert hjá okkum at samskifta við hini norðurlondini um hesar avbjóðingar, og hoyra hvussu tey royna at finna loysnir.

Tað eru netverkini, sum ein fær skapt gjøgnum hetta samstarvið, sum eftir Katrinnar meining hava sera stórt virðið.

- Av tí at vit ofta sita nokkso einsamøll við einum øki, so er tað ógvuliga gagnligt at kenna fólk úr hinum norðurlondunum, sum arbeiða við somu økjum og avbjóðingum. Tað stendur ongantíð á at fáa til vega tilfar ella vegleiðing, um okkum tørvar tað, sigur Katrin Gaard.

[object Object]

Arbeiða á jøvnum føti
Katrin hevur ongantíð í tí norðurlendska samstarvinum merkt, at gjørdur er munur á einum, tí ein kemur frá einum minni landi.

- Í teimum bólkum eg havi arbeitt í, verður ikki gjørdur munur á hvørjum landi ein kemur. Her arbeiða Føroyar á jøvnum føti við øll hini londini. Vit verða hoyrd í øllum málum, sum eru til viðgerðar, og vit svara altíð teimum málum, ið eru viðkomandi fyri Føroyar.

- Tó hava vit á okkara øki sett okkum fyri, at vit ikki blanda okkum inn í tann fíggjarliga partin. Av tí at Føroyar ikki rinda til fíggingina av norðurlendsku samstarvinum, vilja vit ikki blanda okkum upp í kjakið, tá spurningurin kemur inn á, hvussu økið verður fíggjað, sigur Katrin Gaard.

ES-reglur kunnu ikki koma ístaðin
Norðurlond hava eina røð av samstarvsavtalum innan ymisk økir. Innan summi av hesum økjum eru komnar nýggjar ES-reglur. Í slíkum førum kann tað henda, at londini halda, at tað ikki longur er tørvur á norðurlendskum avtalum, tá ES-fyriskipanir eru settar í gildi.

Ein slík støða kann ótilætlað gerast ein trupulleiki fyri Føroyar, eftirsum Føroyar ikki eru limir í ES ella fevndar av EBS-samstarvinum.

Sum dømi nevnir Katrin, at seinastu umleið 30 árini hevur verið ein norðurlendsk avtala galdandi, sum loyvir starvsfólki á heilsuøkinum, ið hava góðkenning í einum landi at fáa eina góðkenning, sum tey kunnu brúka í einum øðrum norðurlandi.

- Fyri nøkrum árum síðani var upp á tal av avtaka hesa norðurlendsku avtaluna tí eitt ES-direktiv var sett í gildi. Men tá máttu vit gera vart við, at tað fór at fáa sera óhepnar avleiðingar fyri føroyingar og grønlendingar um norðurlendska avtalan varð sett úr gildi, eftirsum vit eru uttan fyri ES og EBS. Hetta høvdu hini ikki hugsa um, og tí varð avgjørt – tíbetur fyri okkum og grønlendingar – at varðveita eina norðurlendska avtalu innan hetta økið eisini, sigur Katrin Gaard.

Tað er eitt sindur ymist hvussu nógv tað norðurlendska fyllir í arbeiðsdegnum hjá Katrini Gaard. Tað veldst um, hvat arbeitt verður við.

Embætisfólkanevndin hittist vanliga tríggjar ferðir um árið, og harumframt hava ráðharrararnir vanliga ein fund árliga. 

Les eisini: - Norðurlendski vælviljin mótvegis Føroyum er stórur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder