- Tað eru nógvir møguleikar, sum gleppa okkum av hondum við ikki at leggja størri dent á norðurlendska samstarvið, enn vit gera í dag. Um vit vildu, kundu vit fingið rættiliga nógv meira burturúr.
Tað heldur Halla Nolsøe Poulsen, nýsett føroysk sendikvinna til Íslands. Hon byrjaði sum evsta føroyska umboði í Reykjavík 1. september, men frammanundan var hon tað embætisfólkið í landsfyrisitingina, sum – umframt aðrar uppgávur – tók sær av norðurlendska samstarvinum á uttanlandsdeildini undir Uttanríkis- og mentmálaráðnum.
Við sínum brennandi eldhuga fyri norðurlendska samstarvinum er tað eydnast henna at fáa heilt fitt burturúr, áðrenn boð vóru eftir henni at fara uttanlands at umboða føðilandið.
Slapp ikki inn í Hvítu Húsini
Halla er 43 ára gomul, ættað av Tvøroyri. Beint fyri aldarskiftið leitaði hon sær niður til Keypmannahavnar at lesa stjórnmálafrøði.
Norðurlendska samstarvið var ikki hennara fremsti áhugi at byrja við. Sjónarringurin var víðari enn tað. Hon leitaði sær til USA at arbeiða sum starvslesandi á donsku sendistovuni í Washington.
Hetta var beint eftir yvirgangsálopið á New York og Washington 11. september 2001, og Halla kom harvið at gerast ein partur av stórpolitiska arbeiðinum í eini ógvuliga áhugaverdari tíð.
- Hetta var júst um tað mundið, sum Danmark við Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra hevði formansskapin í ES, og har vóru nógvir fundir í Washington, sum eg var við til at fyrireika og skipa fyri, greiðir Halla Nolsøe Poulsen frá.
Og enn tann dagin í dag iðrar hon seg um, tað ikki eydnaðist henni at koma inn í eggrundu skrivstovuna í Hvítu Húsunum og heilsa upp á George W. Bush.
- Eg skuldi við á ein fund í Hvítu Húsunum. Men tá vit komu inn til trygdareftirlitið, ansaði eg eftir, at eg ikki hevði passið við mær henda dagin, so eg mátti so nakkalong aftur á sendistovuna, greiðir Halla Nolsøe Poulsen frá.
Skype’aði seg til starv í Tinganesi
Tað gekk so mikið væl hjá Hallu á sendistovuni í Washington, at áðrenn hon var liðug við masteruppgávuna sína í Keypmannahavn, fekk hon eitt starv í boði í Washington, og hon tók av.
Hon var eitt ár í Washington, har hon eisini skrivaði endauppgávuna lidna, tá eitt starv í uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni varð lýst leyst.
- Mítt ynski hevði allatíðina verið at koma í Tinganes og arbeiða við uttarníkisviðurskiftum, so eg søkti. Starvssamrøðan fór fram umvegis Skype – tað var ikki heilt vanligt tá. Eg fekk starvið og byrjaði á Løgmansskrivstovuni í 2005.
- Eftir nøkur ár á Løgmansskrivstovuni ásannaði eg, at eg framvegis hevði útlongsulin í mær, og eg søkti eitt starv sum ráðgevi í umsitingini hjá Norðurlandaráðnum. Í Tinganesi hevði eg arbeitt eitt sindur við tí norðurlendska, og hevði ásannað, at vit her arbeiddu á næstan jøvnum føti við hini londini, og tað tykti mær spennandi.
- So eg útnyttaði møguleikan og søkti farloyvi við lyfti um at fáa starv aftur í miðfyrisitingini, tá skeið mítt í norðurlendskum arbeiði var av.
Tað er ein norðurlendsk avtala, ið tryggjar, at øll embætisfólk í miðfyrisitungunum, sum fáa eitt tíðaravmarkað starv innan norðurlendska samstarvið í boði, fáa lyfti um at koma í starv aftur í landsumsitingini hjá heimlandinum. Lyfti kann tó ikki gevast um at koma í neyvt sama starv innan sama másøki, tó.
Positivur hugburður til Føroyar
Halla starvaðist í átta ár innan umsitingina hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn. Átta góð ár, sambært henni, har hon fyri tað mesta arbeiddi við mentan og útbúgvingar- og eisini vinnuøkinum.
- Eg merkti beinanvegin, at tað er ein sjáldsama positivur hugburður mótvegis Føroyum í hesi skipanini. Øll vóru áhuga at vita meira um Føroyar. Beint øvugt Washington, har tað ikki var ein einasti, sum hevði peiling av, hvat Føroyar vóru, tá eg segði teimum hvaðani eg kom frá, sigur Halla.
Tá norðurlendska skeiðið var av, fekk Halla aftur starv í uttanlandsumsitingini, sum tá var komin at liggja vinnumálaráðnum. Hetta var í 2016, ikki so langt eftir at Poul Michelsen hevði tikið við sum samstarvsráðharri í norðurlendskum málum.
- Hetta var eisini beint eftir, at Danmark hevði havt formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum, og føroyingar høvdu tikið sær ein part av hesi uppgávu, við at standa á odda fyri tí partinum, sum hevði við fiskivinnu at gera.
- Eg var beinanvegin tikin við í arbeiðið við norðurlendskum málum. Tað var Hákun Jógvansson Djurhuus, sum tá tók sær av hesum. Men eg var við í arbeiðinum í embætismannanevndini, NSK (Nordisk Samarbejds Kommité), ið tekur sær av at fyrireika og avgreiða fundirnar og virksemið hjá samstarvsráðharrunum.
Vildu hava størri lut í formansskapinum
Tá Hákun so gjørdist sendiharri til Russlands, tók Halla Nolsøe Poulsen yvir sum føroyskt umboð í NSK við teimum uppgávum sum tað hevur við sær.
- Eg havi tímað ógvuliga væl at arbeiða við tí norðurlendska, tí eg havi ásannað, at tað liggur eitt stórt óútnyttað potentiali í hesum økinum, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
- Eg haldi ikki, at vit gagnnýta hesar møguleikarnar optimalt. Tað er sum um, at politiska skipanin ikki vil leggja líka stóran álvara í tað norðurlendska, sum eg kanska vildi ynskt.
- Sum sagt, so settu vit okkum fyri – ja, kanska mest eg, væl stuðlað av øðrum eldsálum, eitt nú Ásmundi Guðjónsson – at vit skuldu átaka okkum ein størri leiklut, tá Danmark aftur fekk formansskapin fyri ráðharraráðið í 2020. Hetta tók politiska leiðslan undir við.
Les eisini samrøðu við Katrina Gaard: - Samstarvið er gagnligt fyri embætisverkið
- Tað liggja nógvir pengar í einum slíkum formansskapi, 45 milliónir um árið yvir trý ár, at brúka til verkætlanir, sum formanslandið setir í verk. Tíverri verður henda skipan nú broytt, so at tað í framtíðini ikki longur fella líka stórar upphæddir til verkætlanir í sambandi við formansskapin.
Halla Nolsøe Poulsen greiðir frá, at tað tíðliga í tilgongdini kom upp at grøn orka kundi vera ein partur av formansskapsverkætlanunum.
- Kári Mortensen var beinanvegin fúsur at koma við hugskotum og vísa á møguleikar, og hesum fóru vit víðari við og fingu undirtøku fyri tí hjá Danmark og Grønlandi.
Orka var ikki til størri føroyskan lut
Men tað iðrar Hallu, at Føroyar ikki vóru førar fyri at átaka sær meira av tí politisku leiðsluni, sum okkum eisini stóð í boði, tí danir himpraðust hesaferð ikki við at lata Føroyar og Grønland fáa part av formansskapinum eftir førimuni.
- Vit mettu, at tað eru um 60 fundir á høgum politiskum og embætismannastigi í einum formansári. Vit miðaðu tí ímóti at halda einar 20 av hesum í Føroyum. Hugsinin var eisini, at tað eru 14 ymisk ráðharraráð, og at Føroyar kundu tikið leiðsluna í trimum teirra. At taka leiðsluna hevði havt við sær, at vit skuldu havt skipa fyri øllum, lagt dagsskránna, tikið okkum av øllum samskipandi arbeiði og havt leiðsluna í embætisbólkunum, ið eru knýttir at hesum.
- Tíverri eydnaðist hetta ikki. Í ár hava vit bert fulla leiðslu fiskivinnuøkinum. Á hinum fundunum, ið skuldu haldast í Føroyum skuldu føroysk landsstýrisfólk ella embætisfólk leiða fundirnar. Innihaldsliga høvdu vit skipað fyri fundunum í felag við hini formanslondini og ráðsskrivstovuna. Eisini høvdu tað verið vit, ið løgdu til rættis alt virksemið rundan um fundirnar, t.d. hvar bólkarnir skuldu vitja og hvat tey skuldu uppliva á vitnanini, sigur Halla Nolsøe Poulsen samstundis sum hon iðrar seg um, at allar tær stóru ætlanirnar nú eru órógvaðar orsaka av koronastøðuni.
Halla sigur, at tað vísti seg at vera trupult at koma á mál við politisku leiðsluni, kanska mest tí samgonguskift var júst í endaspurtinum, tá alt skuldi fáast upp á pláss, og at orka og manning er ikki í aðalráðunum at taka slíkar eykauppgávur uttan greiða politiska raðfesting.
Limaskapur setir krøv til umsitingina
Halla Nolsøe Poulsen ásannar, at henda staðfestingin er eitt sindur í andsøgn við áhaldandi føroyska ynskið um at gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum. Halla hevur sjálv havt ábyrgdina av hesi tilgongd, og var við til at skriva umsóknina til Norðurlandaráðið og ráðharraráðið vegna landsstýrið í 2016. Tað venda vit aftur til.
Men andsøgnin liggur í, at landsstýrið ynskir fullgyldugan limaskap samstundis, sum umsitingin ikki setir seg føran fyri at átaka sær fullan triðingin av formansskapinum.
- Tað er eitt politiskt ynski, og hevur verið tað í nógv, nógv ár, at vit vilja hava sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Landsstýrið hevur bjóðað seg til at rinda kostnaðin av at reka norðurlendska samstarvið. Tað verður goldið í mun til fólkatalið, og hevði einans kostað landskassanum nakrar fáar milliónir krónur um árið.
- Men vil fullum limaskapi fylgir eisini ein formansskapur sætta hvørt ár. Og tað setir rættiliga stór krøv til vertslandið. Kanska vit við hesi royndini hava lært og fingið eina størri fatan av, hvat sjálvstøðugur limaskapur veruliga inniber, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
Av teimum trimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum í norðurlendska samstarvinum, er tað bara Føroyar, ið ynskir at vera limur á jøvnum føti við tey størru londini.
Áland, til dømis, meldaði beinanvegin frá, tá spurningurin aftur gjørdist aktuellur. Í 2016 gjørdi álendska landsskapsstýrið eina frágreiðing, har staðfest varð, at ein umsókn úr Álandi um sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum ikki var aktuell í løtuni, og høvuðsorsøkin var, at ”kostnaðurin fyri fullgyldugan limaskap, bæði í pengum og øktum starvsfólkum, er mettur at verða ov stórur í mun til nyttuna”.
Bóðu um limaskap – fingu Álandsskjalið
Føroyar hava í fleiri umførum biðið um at fáa sjálvstøðugan limskap í Norðurlandaráðnum. Tá spurningurin var aktuellur í nullunum, varð úrslitið av teirri umsóknini sonevnda Álandsskjalið. Fyri at ganga Føroyum, Grønlandi og Álandi á møti, varð gjørt eitt skjal, sum staðfesti møguleikan hjá teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum at knýtast tættari at politiska samstarvinum.
Skjalið varð kallað Álandsskjalið, tí tað varð staðfest og undirskrivað av samstarvsráðharrunum á fundi í Álandi 5. september 2007.
Skjalið staðfestir hvussu Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa betri umboðan í embætismannabólkum og ráðharrafundum. Skjalið gevur ikki smátjóðunum fullan limaskap í ráðharraráðum og nevndum, men heimilar londunum at fáa sæti í nevndunum í viðgerð av málum, sum hava teirra serliga áhuga.
Ístaðin letur Álandsskjalið upp fyri, at smátjóðirnar kunnu fáa fulla umboðan í ymsum stýrum og fakráðum.
- Álandsskjalið gevur okkum møguleikar, sum als ikki eru fult gagnnýttir enn, sigur Halla Nolsøe Poulsen og vísir samstundis á, at trupulleikin framvegis er, at tað illa ber til at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum, um vit ikki eru sjálvstøðug tjóð.
Og tað er eisini her, sum tann seinasta umsóknin er strandað.
Umsóknin strandað millum Føroyar og Danmark
- Norðurlandaráðið umrøddi seinast umsóknina á ársfundinum í Helsingfors í 2017. Tað liggur hjá Føroyum og Danmark at finna fram til eina semju. Men tað letur til, at henda semjan er trupul at finna, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
- Ikki tí. Tað er vælvild frá nøkrum av samstarvsráðharrunum, og stóð tað til teirra, var tað kanska møguligt at funnið eina loysn. Trupulleikin er bara, at tað ikki eru samstarvsráðharrarnir og harvið ikki norðurlendska skipanin sjálv, sum ger av, um Føroyar kunnu fáa fullgyldugan limaskap.
- Hetta er ein løgfrøðiligur og ríkisrættarligur spurningur á hægsta stigi millum Føroyar og Danmark, og tá tosa vit um grundlógina, altso sjálva skipanina yvir hvussu valdið verður býtt. Sum eg dugi at síggja tað, verður sera trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at sannføra løgfrøðingarnar í danska løgmálaráðnum og forsætisráðnum um, at Føroyar kunnu fáa limaskap í Norðurlandaráðnum uttan at grundlógin verður broytt ella vit taka loysing, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
1. september tók Halla yvir embætið sum ovasti fyri føroysku sendistovuni í Reykjavík, og hon er sostatt ikki longur knýtt at virkseminum, ið er knýtt at føroysku luttøkuni í Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum.
--
Henda greinin um við Hallu Nolsøe Poulsen er triðja av fimm greinum, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Greinin hevur eisini verið prentað í Dimmalætting nr 35, 18. september 2020
--
Fyrsta greinin: - Føroyar eiga at taka størri ábyrgd í norrønum samstarvi
Onnur greinin: - Tær loysnir vit finna fram til kunnu eisini koma øðrum til góðar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald