
Mikudagin samtykti iranska tjóðartingið eitt uppskot um at steðga núverandi samstarv við IAEA, sum kjarnorkustovnurin hjá ST, og uppskotið er nú endaliga góðkent av iranska Varðmannaráðnum og er harvið bindandi.
Tað sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.
– Lógin, sum varð samtykt av tjóðartinginum, og sum varð góðkent av Varðmannaráðnum er bindandi á okkar síðu, og er eingin ivi um, at hon verður sett í gildi, sigur hann sambært Ritzau.
Mikudagin varð sagt, at uppskotið um at steðga øllum samstarvi við IAEA skuldi viðgerast í iranska trygdarráðnum, men hetta nevnir uttanríkismálaráðharrin ikki.
Araghchi sigur, at samstarvið við IAEA nú verður øðrvísi. Hvat hetta merkir, greiðir hann tó ikki nærri frá.
178 lond samstarva við IAEA, sum hevur til endamáls at forða fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum í heiminum og tryggja, at kjarnorka verður nýtt á ein tryggan hátt.
Tá Ísrael leyp á Iran 13. juni var grundgevingin, at Iran royndi at metta kjarnorkuvápn. Hesum hevur Iran tó víst aftur.
Síðani hava fleiri álop verið millum londini, inntil avtala varð gjørd um vápnahvíld týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald