Innanlands

- Sea Shepherd hevur fullan rætt til at vera til staðar og filma

Løgreglan var á staðnum til grindina í Vestmanna í gjár, har alt gekk friðarliga fyri seg. Skúlaátøkini halda fram, og vaktahavandi upplýsir, at í morgun var alt í lagi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-28 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ein grind á 98 hval dripin í Vestmanna

Sum vanligt er til grind, er løgreglan til staðar. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ætlanin var, at sperrað øki av, men tíð var ikki til hetta, tí avgerðin um, at grindin skuldi rekast til Vestmannar varð tikin stutt frammanundan, tí tað var ov ókyrt í Leynum.

Les eisini: Til Vestmanna við grindini ístaðin

Grindin var annars á veg til Leynar, har sperrað var av á sandinum. Vakthavandi sigur, at tað er altíð best, at hava slíka avsperring, so at tað eru bert tey, ið luttaka í drápinum, ið sleppa tætt uppá grinduna.

[object Object]
(Sperrað varð av á Leynum, tí væntað varð at grindin fór at verða rikin hagar - Mynd: jn.fo)

Sea Shepherd var á staðnum. Talan var um trý-fýra, sum høvdu eitt franskt filmslið við, ið tók upp. Drápið varð eisini stroymt á Sea Shepherd Faroe Islands Campaign. Løgreglan staðfestir, at Sea Shepherd hevur fullan rætt til hetta, og at eingin roynd varð gjørd at órógva drápið, ið gekk skjótt og væl.

Vakthavnadi sigur, at løgreglan er til reiðar í slíkum førum fyri at binda um heilan fingur, tí kensluliga kann tað taka yvir - bæði hjá Sea Shepherd-limum ið vilja steðga drápinum, og hjá føroyingum ið kunnu verða provokeraðir og ilskast um, at Sea Shepherd er til staðar og filmar.

[object Object]
(Sea Shepherd-limir og filmslið var á staðnum í Vestmanna - Mynd: Sverri Egholm)

Skúlaátækið hjá løgegluni heldur fram kring landið. Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, er løgreglan nógv til staðar við skúlarnar. Hetta verður so restina av hesari vikuni umframt í komandi viku. Sambært vakthavandi verður løgreglan eisini at síggja við skúlarnar ígjøgnum skúlaárið. Í morgun var einki at koma eftir hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder