Hon varð funnin um 10-tíðina millum Skopun og Heyst. Fyrst skuldi grindin rekast til Havnar, síðani til Leynar, men av tí at tað brimaðu ov illa á sandinum har, varð ístaðin farið til Vestmanna.
Sí eisini: Bíða eftir grindini í góðveðrinum
Í góðveðrinum har varð farið í gongd við drápið klokkan 15.15, og klokkan 15.30 var yvirstaðið. Hetta upplýsir Karl Johansen, sýslumaður. Tað gekk skjótt at reka tað seinasta, og sambært sýslumanninum gekk tað ógvuliga skjótt og væl við drápinum, har nógv fólk og nógvir bátar luttóku.
Sí eisini: Myndir: Grind í Vestmanna
Seinastu tímarnir hevur verið upplýst, at tað hava verið millum yvir 100 hvalir, men Karl Johansen upplýsir, at millum 80 og 100 hval vórðu dripnir í Vestmanna seinnapartin.
Hann kundi ikki siga júst nær seðlarnir koma út, men satsað varð uppá, at tað fór at verða seint í kvøld. að verða grindafólkini; tey ið hava luttikið í drápinum og sum skrivað seg uppá, ið fáa sín part.
Innanlands
Tók eitt korter at drepa grindina í Vestmanna
Grindin taldi millum 80 og 100 hval og seðlarnir koma eftir ætlan út seint í kvøld. Sýslumaðurin sigur, at drápið gekk ógvuliga væl
Mynd: Sverri Egholm
2019-08-27 16:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald