Innanlands

- Seinni í dag verður greitt, hvørjir skaðar eru

Møguligir skaðar á bingjuskipinum Perseus verða kannaðir í løtuni, sigur vakthavandi á Vørn

Perseus verður sleipað í nátt (Mynd: Sverri Egholm)

Perseus verður sleipað í nátt (Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-25 10:03 Author image
Oda Strøm
placeholder
Um 23 tíðina í gjárkvøldið fekk Tórshavnar Havn fráboðan um, at bingjuskipið Perseus hevði rent seg fastan í nýggja grótkastinum í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn, tá tað skuldi leggja at bryggju.
 
Samson gjørdi nakrar royndir at sleipa Perseus av, men tað eydnaðist ikki. Um hálvgum eitt tíðina í nátt kom Brimil eisini at sleipa, og tá eydnaðist at fáa bingjuskipið Perseus av aftur. 
 
Á Vørn siga teir, at tað ber ikki til at siga enn, hvussu stórur skaðin er. Kanningararbeiðið er í gongd í løtuni, og seinni í dag vita teir væntandi meira. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder