Innanlands

– Serstakliga óheppið at gjøgnumføra so ógvusligar príshækkingar

Vandi er fyri, at fólk antin fara at skamta heilivág sjálvi ella heilt at velja heilivágin frá, um ætlaða broytingin í lógini um almenna heilsutrygd verður samtykt, sigur Hjartafelagið

2023-11-13 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri feløg hava seinastu tíðina mótmælt ætlanina hjá landsstýrinum um at broyta lógina um almenna heilsutrygd, sum hevur við sær, at heilivágur gerst dýrari fyri sjúklingin, og nú kemur eisini Hjartafelagið við áheitan á landsstýriskvinnuna í heilsumálum, sum eigur uppskotið, um ikki at gjøgnumføra ætlaðu broytingina.

Í dag rindar ein sjúklingur 500 krónur, áðrenn Heilsutrygd veitir tilskot, men við nýggja uppskotinum, verður markið broytt til 1.000 krónur frá 1. januar 2024. Tá sjúklingurin hevur keypt helivág fyri tilsamans 5.300 krónur er heilivágstilskotið frá Heilsutrygd 100 prosent, men frá 1. januar er ætlanin at hækka markið upp í 8.000 krónur.

– Felagið metir tað vera serstakliga óheppið at gjøgnumføra so ógvusligar príshækkingar á lívsneyðugum heilivági í eini tíð, har fólk frammanundan eru sperd av príshækkingum á gerandisvørum og orku.

– Vandi er fyri, at fólk antin fara at skamta heilivág sjálvi ella heilt at velja heilivágin frá - við lívshættisligum fylgjum. Í besta føri verður gerandisdagurin enn meira skerdur, enn hann longu er, og í ringasta føri fara vit at síggja eina øking í sjúkutilburðum, skrivar Hjartafelagið.

Príshækkingin hjá samgonguni er ætlað sum sparing fyri Heilsutrygd, men hetta er løtuvinningur, sum í síðsta enda kann hugsast at blíva nógv dýrari fyri samfelagið, heldur felagið, sum sigur seg stúra fyri avleiðingunum av broytingunum.

Les eisini: – Hættisligt um fólk noyðast at skamta sín heilivág

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder