Danir stórfegnast sjálvandi um aftur at hava eitt umboð í einari Eurovision-finalu. Bloggarin hjá Danmarks Radio staðfestir eisini fegin, at har var lív í, í salinum - og eisini í miðlaøkinum, tá nummar 22 í røðini í kvøld framførdi.
- Ógvuliga flott framførsla hjá Sissal, sum hevði fagnað og lógvabrestir við sær - her í miðlaøkinum. Tað var felagssangur og dansur í økinum, meðan Sissan var á pallinum. Tað er also ikki nakað, sum hendir so ofta, tá Danmark er á, kunnu vit avdúka.
Sí eisini: Sissal við enn einari sterkari framførslu í Sveis
Men tað eru ikki bert danir, sum fagna "sínum egna". Millum annað bevur BBC nógv rósandi orð til føroyingin.
- Hon hevur verið ein undangongukvinna, sum hevur tikið sær av øðrum - ein "mama bear" - til Eurovision 2025. Hetta millum annað við at gera eitt bólkakjatt fyri luttakararnar og við at syrgja fyri, at øll hava tað gott aftanfyri pallin.
- Á pallinum er hennara nærvera júst líka stór. Til eina roynd í vikuni fekk hon áskoðararnar at syngja við til sín "EDM banger" (Euro Danse Music brak av einum sangi), so hon kundi hvíla sína rødd vegna krím. Í mun til pallseting, er tað siðbundi man har eru nakrar ógvuliga góðar løtur. Hon endar framførsluna við at vera í einum bláum klædnaplaggi, sum onkursvegna er longur enn brúðarkjólin hjá Kate prinsessu.
Bretski tjóðarmiðilin staðfestir, at Sissal er føroyingur, búsitandi í Keypmannahavn, og at hon áður hevur spælt Rizzo í einari Grease-skúlaframførslu.
Nú bíðar 30-ára gamla havnarkvinnan spent, til atkøvðurnar eru taldar upp og mong við henni. Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen miðjar eftir at enda í ovaru hálvu av teimum 26 finaluluttakarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald