
Vælumtóktu túrarnir eystur um Nólsoynna og grotto-konsertirnar í Klæmintsgjógv verða aftur á skránni, tá Norðlýsið aftur fer at gera sínar ferðafólkatúrar út frá fasta atløguplássinum undir Bryggjubakka.
Men nógvar spennandi ætlanir eru í kvittanum, tá Norðlýsið aftur fer í sigling eftir umvæling og uppstiging.
Skipið verður trygdargóðkent til sigling við 50 ferðafólkum, men nú verður størri dentur eisini lagdur á eisini at bjóða fólkum møguleika fyri at gista umborð.
Blaðið Vikuskifti hevur verið umborð á Norðlýsinum, og í nýggjastu útgávuni er meira at lesa um sluppina, sum skjótt verður liðug umbygd. Les meira í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald