Jeff Landry, serligt amerikanskt sendifólk til Grønlands er firtin um, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen hevur takkað nei til eitt sjúkrahússkip úr USA.
– Skamma teg, Jens-Frederik Nielsen landsstýrisformaður. Trump forseti og USA bera ótta fyri Grønlandi, skrivar Landry á sosiala miðilin X.
Amerikanska sendifólkið sigur víðari, sambært Ritzau, at eitt sunt Grønland er avgerandi fyri trygdina hjá USA, og grønlendska heilsuverkið riggar ikki, sum tað eigur.
– Lítlar búsetingar eru uttan fastan lækna, útgerð ella serlæknaviðger, sum noyðir íbúgvar at ferðast langt fyri lívsneyðugar viðgerðir, sum áttu at verið nøkar í nærumhvørvinum.
Tað var sunnunáttina, at amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaði á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at eitt sjúkrahússkip var ávegis til Grønlands.
Síðani hevur grønlendski landsstýrisformaðurin boðað frá, at grønlendingar ikki ynskja hjálp frá einum amerikonskum sjúkrahússkipi.
Les eisini: – Tað verður eitt nei takk herfrá
Les eisini: – Sjúkrahússkip ávegis til Grønlands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald