Innanlands

- Skeivt at drepa springarar

Tað heldur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen

210 springarar vórðu dripnir í Hvalvík (Mynd: Dagur & vika / Kringvarpið)

210 springarar vórðu dripnir í Hvalvík (Mynd: Dagur & vika / Kringvarpið)

2018-09-12 00:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg haldi at vit skulu halda áfram at halda grindahvali til, men í dag haldi eg vit gjørdu skeivt við at drepa springarar/delfinir.

Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, á Facebook í kvøld eftir springaradrápið í Hvalvík seinnapartin.

210 springarar vórðu dripnir, og býtt varð í drápspartar.

Í tráðnum hjá Kaj Leo Holm Johannesen eru ymisk svar. Onkur heldur tað vera skeivt, og onkur annar spyr um tað er munur á at drepa grind og springarar.

- Fittari og klókari, og delfinir eru vinir við børn um allan heim, hesi børn sum skulu eta okkara fisk og okkara laks, hetta er ein vanlukkulig branding av okkara landi, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder